- Vónirnar hava ongantíð verið betri, sigur liðskiparin á KÍ liðnum, Malena Joephsen, sum í morgin skal heilsa upp á dómarabólkin, áðrenn steypafinalan hjá kvinnunum verður blást í gongd.
Verður ikki lætt
KÍ liðskiparin ger tó í sama andadrátti púra greitt, at hon ikki á nakran hátt roknar við einum løttum dysti, men kortini roknar hon við sigri.
- Sum vit hava spælt higartil í ár, so eiga vit at vinna dystin, heldur hon fyri. Spælið hevur gingið sera væl í flestu dystum, og enn hava vit ikki roynt at tapt, hóast vit hava havt dystir móti bæði B36 og HB, heldur Malena.
Tríggjar ferð áður hevur hon verið við í slíkum finaludysti, men hvørja ferð hava tað verið tær á mótstøðuliðnum, sum hava tikið steypin.
- Møguleikar okkara eru helst betri í ár enn teir nakrantíð hava verið, so hesu ferð skulu vit vinna, heldur liðskiparin.
Hóast sera spent, so heldur hon kortini ikki, at tað kann nerva KÍ liðið, at tær soleiðis hava tapt finaludystin hvørja ferð, tær hava verið annar parturin.
Møguleikarnir skulu nokk koma
Spurd um, hvat hon heldur verður avgerandi fyri dystin, svarar Malena, at tað sum so ikki er nakar ávísur lutur.
- Tað týdningarmesta er tó, at vit standa okkum sum eitt lið. Serliga skulu vit hava fatur á teimum a miðvøllinum og í verjupartinum. Megna vit hetta, fara møguleikar uttan iva at stinga seg upp har frammi, og so verður tað upp til okkum í álopinum at gera nýtslu av hesum.
Malena er væl vitandi um, at nakrir av leikarunum hjá HB ikki eru tøkar til finaludystin, og hon heldur, at hetta sjálvsagt kann gera liðið nakað veikari. Hon leggur tó dent á, at tær við Eyðvør hava fingið ein leikara, sum so avgjørt styrkir um liðið, líkamikið um hon verður nýtt í álopinum ella, sum væntað, á miðvøllinum.
Tær hjá KÍ hava allar sínar leikarar tøkar, og Malenda sigur, at tær allar eru sera uppsettar til dystin. Harumframt kemur jú eisini Hillerød leikarin, Lisbeth Hansen at styrkja um hjá teimum. Hon kom tó ikki til landið fyrr enn í gjárkvøldið, so Malena visti sum so einki nýtt at siga frá í hesum sambandi.
Upphiting hjá Býráðnum
Tá vit í gjár prátaðu við Malenu, vóru tær so smátt farnar at fyrireika seg til finaludystin. Ein partur av hesum fyrireikingum var, at tær skuldu á vitjan í Býráðssalinum.
Júst hvørji ørindini vóru her, visti hon ikki, men hon roknaði við, at hetta varð gjørt, fyri líka sum at seta tær eyka upp. Kanska við at fáa at vita, hvønn týdning ítrótturin hevur fyri Klaksvíkina og soleiðis.
At enda sigur Malena, at hon vónar, at talan verður um ein góðan og undirhaldandi dyst. ? Vit ætla í øllum førum at gera okkara fyri, at so verður, eru seinastu orð hennara.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm