Tað sigur Ólavur Rasmussen, formaður í Saltsilogrunninum, nú arbeiðið at gera gomlu Saltsilo'ina á Drelnesi til eitt mentanarhús verður bjóðað út av nýggjum.
- Verkætlanin er skorin niður, alt er gingið ígjøgnum av nýggjum og nú skal tað hanga saman fíggjarliga, sigur Ólavur Rasmussen.
Ítøkiliga verður síðubygningurin skorin burtur, og fleiri av funktiónunum fluttar inn í høvuðsbygningin. Hesaferð verður arbeiðið bjóðað út í fakenterprisur. Tó ber eisini hesaferð til at bjóða uppá alt arbeiðið.
Arbeiðið varð fyrru ferð bjóðað út í vetur, og lisitatión var 7. februar. Ta ferðina átti TG Verk lægsta tilboðið. Men 1. mars varð lisitatiónin annulerað.
Hesaferð skulu tilboðini vera inni í seinasta lagi 27. juni, tá lisitatiónin verður hildin. Byggingin skal byrja um miðan august, og verkætlanin skal verða liðug í desember 2014.
Ólavur Rasmussen, formaður í Saltsilogrunninum, greiðir soleiðis frá um broyttu verkætlanina, ið nú verður bjóðað út av nýggjum: