Í morgin klokkan 13.00 byrjar fyrsti partur av eini trilogi av dystum millum TB og Mjølnir - tríggir dystir sum allir hava nógv at siga.
TB og Mjølnir eru, sum nú er, jøvn í stigum. TB hevur í skrivandi løtu leikt ein dyst færri, men tað er broytt til sunnudagin, tí longu í gjárkvøldið høvdu TB-kvinnurnar vitjan av Fleyr. Um einki sera óvæntað er hent, vann TB tann dystin, men tað broytir ikki so nógv uppá fyritreytirnar hjá liðunum uppundir toppdystin í morgin. Serliga fyri Mjølnir er tað altumráðandi at vinna, um tær skulu halda fast í TB-liðnum, sum hevur ligið á odda í kappingini heilt frá fyrsta dysti.
Vinnur TB hinvegin í morgin, hava tær tikið eitt risastórt fet fram móti sínum fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð. So skal Mjølnir hava hjálp frá øðrum liðum, um tær skulu taka TB aftur, men í løtuni er ringt at síggja, hvaðani tann hjálpin skal koma.
So tað stendur sera nógv uppá spæl í morgin, tá TB og Mjølnir bresta saman í høllini í Trongisvági.
Tá vit siga, at hetta bara er tann fyrsti dysturin av trimum millum hesi bæði liðini, hugsa vit sjálvandi eisini um steypafinaluna 16. februar og um seinna landskappingardystin millum liðini í Klaksvík 2. mars. Meðan steypafinalan sjálvandi er eitt kapittul fyri seg, er tað ikki vist, at dysturin í Klaksvík fær nakran týdning - tað veldst um úrslitini í dystunum, sum koma áðrenn.
Ein dystur í kvinnudeildini varð sum sagt longu í gjárkvøldið, og var hann millum TB og Fleyr. Og ein triði kvinnudystur er eisini hetta vikuskiftið. Hann er á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti Drátti. Dráttur er í løtuni í einum slag av ongamannalandi í kappingini. Tær hava mist sambandið við oddaliðini, men tær hava eisini luft niður til tey bæði botnliðini. Tapir Dráttur í morgin, minkar munurin til ÍF niður í eitt stig, men vinnur Dráttur, skuldu bronsumerkini verið tryggjað. Dysturin millum ÍF og Drátt skuldi eftir kappingarskipanini verðið leiktur í dag, men av tí at Mjølnirkapping fyri yngri deildir eisini er í dag, er dysturin fluttur til í morgin klokkan 13.00.
SÍ kann taka oddasessin aftur
Er spenningurin stórur hjá kvinnunum, er hann ikki minni hjá monnunum, har trý lið togast um oddaplássini. Í løtuni er Fleyr fremst, men oddasessurin hjá teimum er kanska bara til láns, tí um SÍ vinnur móti ÍF á Kambsdali í morgin, fara sørvingar framvið Fleyr aftur. SÍ verður favorittur til at vinna móti ÍF í tí, sum kann metast sum ein forsmakkur til steypafinaluna millum hesi somu liðini, men vágamenn fara ikki at fáa nakað ókeypis frá fuglfirðingum, sum gjarna vilja halda Mjølnir aftanfyri seg, tað sum eftir er av kappingini.
Og so er tað Fram, sum enn er við í stríðnum um gullið, men skulu teir eisini vera tað aftaná hetta vikuskiftið, skulu teir helst hava vunnið móti Mjølni í Eysturskúlanum. Og tað skuldi ikki verið ómøguligt, tí Mjølnir tykist vera illa fyri í løtuni, og á heimavølli í Eysturbýnum eigur Fram at vinna. Men gongdin hjá Fram hevur ikki verið nakað at reypa av í seinastuni, og sigurin móti ÍF síðsta vikuskifti var teirra fyrsti í langa tíð. Tað er nú ella ongantíð hjá Fram, sum framvegis bert hevur tað eina føroyameistaraheitið frá 1997 at vísa á.
Kappingin í meistaradeildini hjá monnum er tann javnasta í nógv ár. Við eini kappingarskipan, sum inniber, at ikki øll liðini spæla hvørt vikuskifti, og har stigini vórðu koyrd í helvt á hálvari leið, hevur oddasessurin hjá monnunum skift eigara ikki færri enn sjey ferðir síðani kappingarbyrjan. Í fyrstani vóru tað SÍ og Fram, sum skiftust um hann, og síðsta sunnudag kom Fleyr so uppá fremsta plássið fyri fyrstu ferð í kappingini. Fleyr spælir ikki hetta vikuskiftið, og vinnur SÍ í morgin, verður tað sostatt áttandu ferð í kappingini, at oddasessurin skiftir hendur!