Nú skal Sigmund syngja hendan sangin

Fríggjakvøldið verður enn eitt umfar í donsku X Factor kappingini. Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk ættarbond, er ein av sterkastu luttakarunum í ársins kapping.

Fríggjakvøldið skal Sigmund syngja ein danskan klassikara. Hann fer at tulka sangin »Danmark«, sum Gnags gav út í 1986.

Fimm luttakarar eru nú eftir í X Factor kappingini, sum verður at síggja á DR1 fríggjakvøldið kl. 19.00.