Nú skal ríkisfelagsskapurin á tímatalvuna

10 felagsskapir vilja hava ríkisfelagsskapin settan á tímatalvuna í fólkaskúlanum, og hava tí lagt eitt borgarauppskot fyri Fólkatingið at taka støðu til.

 

Millum teir 10 felagsskapirnir er Føroyingahúsið og fleiri grønlendskir felagsskapir í Danmark. Orsøkin til uppskotið er, at tey uppliva, at danir vita ov lítið um ríkisfelagsskapin.

- Drepa tit hval til stuttleikar? Býrt tú í eini iglo? Slíkar viðmerkingar eru ikki óvanligar, um ein er grønlendingur ella føroyingur í Danmark, skriva tey í einum tíðindaskrivi. Tey skriva víðari, at óvitanin millum danir um ríkisfelagsskapin ávirkar eisini virksemi hjá felagsskapunum, tí vantandi kunnleikin førir eisini til stigmatiserandi fordómar, sum tá ein grønlendingur verður spurdur, um tað passar, at grønlendarar drekka lønina upp, so skjótt hon er útgoldin.

 

Málið við borgarauppskotinum er, at donsk børn skulu læra meiri um ríkisfelagsskapin í fakum sum donskum, søgu, samfelagsfrøði og náttúru/tøkni.

 

Teir tíggju felagsskapirnir, sum hava sett uppskotið fram, eru:

Ungdómsins Reyði Krossur

Føroyingahúsið í Danmark

Operatión Dagsverk

Felagið Grønlendsk Børn

Reyði Krossur Grønland

Avalak

Grønlendingahúsið í Aarhus

Nukiga

Felagið PIP Kultur

The Future Belongs To Us

Grønlendingahúsið í Keypmannahavn