Nú skal Petur royna seg

Sum motivator er Petur tiltikin, og lítil ivi er um, at hetta verður fremsta uppgávan, nú talan er um útidyst av teimum heilt truplu. Enn tá samstundis, sum KÍ kann risikera, at annað av botnliðunum kemur ájavnt í stigatali.

Til dystin hevur KÍ aftur Rógva Jacobsen tøkan, eftir at hann noyddist at hava steðg, heldur enn at spæla landsdystir í Beograd og á Tórsvølli.

Hjá B36 er Odmar Færø einasta ivamálið, eftir at hann fekk ein skaða á ferðini hjá U21-landsliðnum.