Nú skal OL-atgongumerkið tryggjast

Tað stendur nógv upp á spæl, nú Pál Joensen um vikuskiftið saman við restini av donsku OL-kandidatunum skal svimja Danish Open í Bellahøj Svømmestadion. Pál skal eitt nú royna at tryggja Danmark eitt lið í 4x200 frí við OL í summar.

- Tað krevur eina rúgvu. Ikki bara av Páli, so tað verður spennandi at síggja, um tað gongur, sigur venjari hansara, Jón Bjarnason, um stafettina, sum svimur leygarkvøldið kl.19.02 føroyska tíð.

 

Tað er somuleiðis í hesari kappingini, at Pál Joensen endaliga skal tryggja sær atgongumerkið til OL í London í summar. Fyri at tryggja sær atgongumerkið skal hann sunnudagin svimja undir tíðina 15.25.00 á 1500m-teininum. Útlitini fyri hesum eru góð. Jón Bjarnason sigur við Sosialin, at hann persónliga er mest spentur upp á, um Pál klárar at svimja teinin undir 15.00.00.

 

Við í kappingini er eisini 17 ára gamli havnardrongurin, Magnus Jákupsson. Hann er fyrst og fremst við fyri at svimja góðar tíðir undan EM fyri juniorar í summar.

- Alt byrjar við einum dreymi, og Magnus torir at droyma. Tað næsta er at ein hevur trúgv upp á egin evnir, og tað hevur Magnus eisini. OL hevur ikki fyrstu raðfesting, og tað er so 100% víst eitt mega bonus, um hann skuldi svomið so skjótt, men hetta er fyrst og fremst fyri at svimja nakrar góðar tíðir og gera seg kláran til EM fyri juniorar í summar, sigur Jón Bjarnason.

 

Tilber at fylgja tíðunum og úrslitunum hjá teimum báðum føroyingunum beinleiðis á www.livetiming.dk.