Nú mugu, og skulu stig takast fyri at bøta um vánaligu støðuna, sum vegir, brýr og tunlar eru komin í av tí at Landsverk ikki hevur nokk av pengum til at gera ábøtur fyri.
Tað halda tinglimirnir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Landsverk 20 milliónir krónur um árið í tíggju ár, og tann peningurin skal markast til at gera ábøtur á vegir, brýr og tunlar við.
Samstundis hava teir skotið upp, at Landsverk fær 70 milliónir um árið at halda vegir, brýr og tunlar fyri, soleiðis, at verkløgini ikki forfella – og tað er næstan 30 milliónir meiri enn nú.
Fleiri staðni er standurin syndarligur, tí at nógva staðni er neyðugt við stórum ábøtur, tí hetta hevur verið forsømt í nógv ár.
Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, ásanna, at Landsverk er afturúrsiglt, tí játtanin hevur verið ov lítil í nógv ár.
Og tey siga, at stig mugu, og skulu, takast fyri at bøta um hetta, og í hesum sambandi halda tey at ein gongd leið er, at ein serlig játtan verður sett á fíggjarlógina, sum er markað til hetta ávísa endamálið.
Men hóast tey halda, at tað treingir til, vilja tey kortini ikki taka undir við uppskotinum um at játta pengarnar í hesum umfari.
Umbðoðini fyri andstøðuna, Bárður á Steig Nielsen, Kristin Michelsen, Jacob Vestergaard og
Tey halda nevniliga, at hetta uppskotið kann ikki standa einsamalt, tí tey vísa á, at skal meiri peningur játtast til at halda vegir, tunlar og brýr, verður eisini neyðugt at seta sparingar í verk á øðrum økjum.
Tí halda tey, at spurningurin má viðgerast í eini eykajáttan frá landsstýrinum, har peningurin verður fingin til vega á øðrum økjum - har tað yvirhøvur ber til.
Umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinussen vísa á, at í longdini er tað bíligari at halda undirstøðukervið og sostatt er ongantíð ov skjótt at fara ígongd.