Fótbóltur
Hóast ikki meiri enn javnleik á heimavølli ímóti GÍ, so er EB/Streymur framvegis topplið. Men í løtuni spælir samansetta liðið ikki sum topplið. Dyggastu álopsvápnini resta, og tað sást aftur á avrikunum.
Nú er steðgur í landskappingini í tvær vikur. Ikki minst hjá EB/Streymi kemur hetta væl við. Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel hava sitið uttanfyri, og tað hevur kostað nógv. Nú er møguleiki fyri, at teir fara at bjóða seg til aftur.
B36 vísti ikki meistaraspæl í Klaksvík. Heimsmeistararnir vitja leygardagin. Tað er ikki útilokað, at tilvitanin er størri um henda veruleikan millum landsliðsspælararnar, enn hon er millum hinar. Í hvussu so er tóktist tað í Klaksvík sum um, at teir, sum eru boðsendir at stríðast við heimsmeistararnar, høvdu hug at toga eitt sindur í hondbremsuna undan risastóru avbjóðingini, meðan tað í sær sjálvum var ivaleysa stór avbjóðing hjá ungu klaksvíkingunum at dystast ímóti B36.
At EB/Streymur og B36 bara fingu eitt stig burturúr uppgávum, sum teir tóktust vera favorittar at vinna, ber við sær, at NSÍ eftir heimasigur á B71 bara er eitt stig frá sjálvum toppinum.
50 ára føðingardagsgávan – fyrsta FM heitið nakrantíð – er tað altso góður møguleiki hjá teimum í Runavík at vinna. Um tað skal eydnast, so er alneyðugt at fáa stig og vinna á størstu kappingarneytunum, og tað er neyðugt at fáa stig ímóti teimum á útivølli.
Higartil hevur NSÍ tapt tríggjar ferðir. Hvørja ferð hevur tað verið á útivølli – í Gundadali ímóti HB, í Streymnesi og í Klaksvík. Annan sunnudag skal NSÍ spæla í Gundadali ímóti B36. Í 2. umfari vann NSÍ trivaligan 3-0 sigur á heimavølli ímóti B36. Um knappar tvær vikur fær NSÍ góðan møguleika at vísa, at tað av álvara skal roknast við teimum gulu og svørtu fimmti ára gomlu!
Hóast HB hevur tapt tríggjar ferðir, og hóast úrslitini hava verið óstøðug, og meistararnir bara hava vunnið aðru hvørja ferð, so verður altíð roknað við, at HB at enda fer at verða partur av FM kappingini. Sigursmentanin fornoktar seg ikki.
Tað er einki at liggja omaná, at tað eftir eyðmýkingina í Gøtu hevur verið trýst á spælarunum og serliga venjaranum. Hesa ferð smurdi HB Skála av, og um tað næstu ferð fer at eydnast at fáa fulla úrtøku á Sandi, kann tað væl vera, at meistararnir fara at verða heilt tætt at toppinum. Umframt NSÍ bíðar eisini EB/Streymi torfør avbjóðing á Skála.
GÍ hevur rættuliga reist seg. Spælararnir eru teir somu, men stirilin tykist vera ein annar. Hesa ferð mistu teir beinanvegin liðformannin og drívmegina á miðvøllinum. Tað kann av røttum spyrjast, hvussu tað mundi havt tørnað út í Streymnesi, um Sámal Joensen hevði verið á GÍ miðvøllinum alla tíðina.
Á Skála er tað aftur av álvara vorðið gerandisdagur. Í Klaksvík vóna tey, at gamli gerandisdagurin nú er við at upprenna av nýggjum, eftir at fótbóltsflaggskipið har norðuri í langa tíð hevur verið heilt við síðuna av sær sjálvum – bæði so og so. Ungu og framfýsnu menninir fingu ivaleyst blóð á tonna hvítusunnuaftan.
B71 hevur higartil verið eitt av frísku íslettunum í ár. Í Runavík var lítið veiggj í. At B71 einki fær burturúr útidysti ímóti NSÍ er ivaleyst at liva við. Stóri trupulleikin er, at tað gongst so illa at fáa fulla úrtøku á heimavølli.
Í botninum broyttist einki hesa ferð. AB fekk rættuligan hvøkk, men tað endaði við stantum, og hjá VB/Sumba verður talan um meiri enn týdningarmikla lyklauppgerð, tá ið teir á Vágs eiði næstu ferð fara at fáa vitjan av KÍ. Sum avleiðing av tungu gongdini hjá AB varð Oddbjørn Joensen í morgun sagdur úr starvi.
Næsta ferð er um tvær vikur. Landsliðssteðgurin kemur væl við hjá teimum, sum eru nógv skaðaplágaðir. Í 12. umfari verður spælt soleiðis: B36-NSÍ, GÍ-AB, Skála-EB/Streymur, B71-HB og VB/Sumba-KÍ.