Tá tosað verður um føroyskan kvinnuhondbólt, slepst valla undan at nevna kvinnuliðið hjá Neistanum. Tær eru liðið við so nógv teimum flestu føroyameistaraheitunum. Tá tað ræður um at vinna heiðursmerkir, koma eingi av hinum liðunum nærhendis neistakvinnunum.
Seinastu árini hevur tó ikki altíð gingið so lætt, og seinasta ár stóðu Neistakvinnurnar í teirri óvandu støðu, at tær einki gullheiðursmerki høvdu at smoyggja omayvir hálsin, tá kappingarárið var liðugt.
Kyndil er tvær tær seinastu ferðirnar strokið avstað við gullinum í landskappingini, og hóast neistakvinnurnar vunnu steypakappingina fyrraárið, kann tað ikki metast sum nøktandi hjá teimum, at somikið langt er ímillum snapsarnar, sum tað hevur verið hesi bæði árini.
Venjari hjá neistakvinnunum í ár er danin Rene Kristensen, og hevur hann koyrt nógv á kvinnurnar seinastu tíðina. Vant hevur verið síðani á Ólavsøku, og hevur hugburðurin hjá leikarunum bara verið heilt góður, heldur Rene.
Hann kom til Føroya áðrenn seinasta kappingarár byrjaði, og vandi hann tá yngru deildirnar hjá felagnum. Í ár hevur hann so fingið ábyrgdina av kvinnuliðnum, og metir hann hetta vera eina stóra avbjóðing.
Nógvar av royndu spælarunum eru í ár givnar, og hetta merkir, at eitt so at siga nýtt lið nú skal byggjast upp. Rene sjálvur er ógvuliga varðin við at koma við nøkrum boði um, hvussu kappingarárið fer at hylnast. Hann roknar tó við at tað fer at hava sera stóran týdning fyri hansara lið, hvussu tær fara at klára seg teir fyrstu dystirnar av kappingarárinum. Fyri ungu leikararnar hevur tað ómetaliga nógv at siga, um tær merkja, at tær væl kunnu vera við á hesum støði.
Eisin má tað metast at vera eitt aðalmál at fáa størri stabilitet í spælið, við tað at talan er um so nógvar ungar leikarar. Sum dømi um hetta nevnir Rene, at tær nú áðrenn kappingina hava leikt fleiri venjingardystir, og at hesir hava verið sera misjavnir. Onkuntíð hevur spælið verið heilt gott, ímeðan tað ikki hevur verið so gott til tíðir.
Rene sigur víðari, at hetta við stabilitetinum og so tað at læra nakað, eru høvuðsmálini hetta kappingarár. Tá vit tosa um frágongd av somikið markantum spælarum sum Duritu Jacobsen, Káru á Dunga, Súnu Mørk, Anniku Thomsen og Louisu Jørgensen, sigur tað seg sjálvt, at tað tekur nakað av tíð at fáa spælið at koyra líka væl aftur.
At so nógvir leikarar eru givnir, merkir sjálvsagt, at meira verður at lyfta hjá teimum, sum enn eru á liðnum. Ikki soleiðis at skilja, at tær skulu vísa meira, enn tær frammanundan hava gjørt, men heldur soleiðis, at tær sýna tað sinniliga yvirskotið til at stuðla upp undir hjá teimum nýggju, so hesar kunnu búnast enn meira sum leikarar.
Tilgongdin hevur bara verið úr egnum røðum, og ikki kann roknast við, at hesar fara beint inn á liðið fyri at gerast stuðulsleikarar, men meira tað, at tær skulu vera við til at gerast eitt grundarlag, sum bygt verður á framyvir.
Sum venjarin sjálvur sigur, so megnaði STÍF at gerast meistari hjá monnunum, uttan at skula hava hjálp uttan ífrá. Ikki soleiðis at skilja, at Neistin fer beint eftir meistaraheitinum, men bert sum prógv fyri, at tað kann lata seg gera, at vera við í toppinum við egnum tilfari.
Í hvussu so er ætla tær í Neistanum at gera alt tað tær eru mentur, til tess at einki annað lið skal koma til teirra og rokna 2 stig sum eina sjálvfylgju. Tað er nokk heldur ikki nógv, sum bendir á at so er, tí Neistin er nú eina ferð Neistin, og ikki skal verða hugt leingi eftir hagtølunum, áðrenn ein sær, at her er talan um konufólk, sum helst kunnu meira enn konufólk flest, í hvussu so er tá talan er um hondbólt.