Nú skal nýggja kappingin standa sína roynd

Alt spældi við, tá ið lok varð lagt á longstu landskappingina nakrantíð, sum myndaðist soleiðis, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at tað skal bera til

FORMULADEILDIN
27. UMFAR SAMANUM

Talan var um fantastiska finalu, tá ið síðsta umfarið í longstu landskappingini nakrantíð var á skránni leygardagin. Alt spældi við. Hóast tað dropaði eitt sindur, so var talan um framúr góð fótbóltslíkindi. Ikki minst tá ið havt verður í huga, hvussu veðrið kann skikka sær hesa tíðina á árinum.
Og so var spenningurin so stórur, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at hann kann verða. Møguleiki var fyri trimum meistaraliðum, og teir knappliga tveir tímarnar, sum dramaið stóð uppá, nippaðu HB, Skála og B36 í nýggja FM steypið, sum Formula Føroyar hevur givið. At enda var B36 meistari, men sum tað leið fram móti dystarenda skuldi bara eitt mál til í Gundadali fyri at flyta FM heitið inn á Skála.
HB fekk ikki útjavnandi málið í Gundadali, og tá ið tað endaði, sum tað gjørdi á Skála, so hevði útjavnandi mál í Gundadali ikki tikið meistaraskapin frá B36. Javnleikurin á Skála hevði havt borið silvurmerki við sær til HB, um nú fyrrverandi trífalda meistaraliðið hevði havt javnað.
FM heitið ber við sær, at B36 - saman við eitt nú íslendska FH og svenska Djurgaarden - longu hevur tryggjað sær rættin at spæla í europeisku meistarakappingini næsta ár. Fyrsta umfarið verður um ólavsøkumundið næsta ár. B36 var í summar fyrsta føroyska felagið, sum megnaði at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini. Nú fáa teir í árstalsfelagnum fyrsta møguleikan at spæla seg víðari úr europeisku meistarakappingini. Í útgangsstøðuni ber hetta eina millión krónur frá UEFA við sær.
Besta úrslitið nakrantíð hjá Skála ber við sær, at felagið fyri fyrstu ferð hevur vunnið atgongumerkini til UEFA Cup kappingina. Í summar royndu teir seg í Intertoto Cup, og nú flyta skálamenn í altjóða høpi ein flokk upp. Í útgangsstøðuni ber hetta eina lítla hálva millión krónur frá UEFA við sær.

Botnurin liggur høgt
Ofta hevur verið tosað um møguleikarnar fyri at lækka talið á feløgum í bestu deildini fyri at økja um intensitetin og harvið at geva spælarunum betri møguleikar at mennast. Tað er av og á komið fyri, at eitt felag hevur verið heilt einsamalt í botninum, og tað hevur kenst meiningsleyst, at tað hevur skula verið partur av bestu deildini.
Fyrsta kappingin við 27 umførum hevur ikki verið plágað av - um tað ber til at siga tað soleiðis - botnliðum, sum støðugt hava lagt rygg til stórtap. Úrslitini í uppgerðunum millum meistararnar og niðurflytararnar geva góða mynd av, hvussu tøtt kappingin hevur verið. B36 hevur verið tvær ferðir á Sevmýri. Í fyrra førinum endaði tað málleyst, og í seinna førinum noyddust nýklæktu meistararnir at stríðast nógv fyri at vinna 2-1. Tá ið TB var í Gundadali, endaði tað málleyst!
TB hevur vunnið fimm ferðir, teir hava sjey ferðir verið partur av javnleikum, og teir hava fimtan ferðir lagt rygg til tap. Málmunurin er 26-49, og tað ber boð um, at tað er sjáldan komið fyri, at talan hevur verið um stór tap. Størsta TB tapið var í Klaksvík, tá ið KÍ vann 6-1. Harafturat hevur TB tapt 5-1 á Skála og 5-1 í Vági. Hetta eru størstu tapini. Sjey ferðir hevur TB tapt við einum máli.
Í morgin og leygardagin fara GÍ, sum endaði næstaftast í bestu deildini, og B71, sum endaði næstfremst í næstbestu deildini, at kappast um pláss í fremstu røð. Um GÍ vísir sama hugburð, sum teir gjørdu móti silvurvinnarunum á Skála leygardagin, so man lítil ivi vera um, at teir fara at enda omaná. Og fara teir at megna tað, so verður tað enn eina ferð staðfest, at tað er sera torført hjá lægri stadda felagnum í hesum høpinum at vera samantaldur vinnari.
Síðani skipanin við endaspæli um pláss í bestu deildini varð skipað, er tað bara eina ferð komið fyri, at 2. deildarfelagið hevur vunnið. Spurningurin er, um hetta ikki er mál, sum feløgini á eftirmetingarfundinum áttu at tikið upp og spurt seg sjálvi, um flytingin millum deildirnar ikki skal avmarkast til eitt lið ella kanska endaspæl millum vinnaran av 2. deild og aftasta liðið í bestu deildini.

Nýggja royndin
Tað er longu langt síðani, at tað kring landið varð farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Og tað er nú, at nýggi leisturin rættuliga fer at skula standa sína roynd.
Í nógvum feløgum hava spælararnir - mest sum uttan steðg - spælt fótbólt síðani í november í fjør. Tað plagdi at vera vanligt at fara undir fyrireikingarnar í januar, at hava summarfrí tríggjar vikur á hásumri og at gevast um Mikkjalsmessu mundið. Nú verður farið undir fyrireikingarnar seinnapartin av november, og tað verður næstan ikki helmað í aftur fyrrenn síðst í oktober.
Seinastu dagarnar hava fimm markantir profilar í bestu deildini boðað frá, at teir hava gjørt av at gevast á hægsta støði. Tað kann vera av tilvild, at avgerðin hjá teimum at gevast fellur saman við, at tað bara eru heilt fáar vikur, inntil tað skal farast undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið - eftir at longsta kappingin nakrantíð er liðug.
Tíðin fer at vísa, um talan fer at verða um óhepnar avleiðingar av nýggja leistinum. Tað er nú, at kappingin skal standa sína roynd, og um eitt ár fer tað at bera betri til at gera niðurstøður um, hvussu tað hevur hilnast, enn tað nú ber til. Men fyribils niðurstøðan kann ikki vera onnur, enn at royndin higartil hevur hilnast heilt væl.
Ítróttarsosialurin ynskir B36 hjartaliga tillukku við meistaraheitinum. Hetta er áttanda ferðin, at B36 hevur vunnið FM. B36 var meistari í 2001, og tað vil siga, at teir longu hava vunnið FM tvær ferðir í hesum ára tígginum. Tað er ikki komið fyri síðani í fimmti árunum, at B36 hevur vunnið tvey FM heiti í einum tíggju ára skeiði. B36 var meistari í 1950 og aftur í 1959.
Skála verður ynskt tillukku við fyrstu silvurkrónunum og blíðan byr í fyrstu royndini í UEFA Cup.