Nú skal Liverpool vísa styrki

Skal hetta vera kappingarárið, har Liverpool endar sum vinnari av bestu ensku fótbóltsdeildini, so skal liðið vísa styrki í kvøld og næstu dystirnar, nú bæði Manchester United og Arsenal hava meldað seg inn aftur í oddastríðið

FÓTBÓLTUR

 

Liverpool hevur ikki verið serliga sannførandi teir báðar síðstu dystirnar. Kortini hevði javnleikurin ímóti Fulham síðsta vikuskifti við sær, at Chelsea ikki slapp avstað í oddinum, og tepri sigurin á Marseille mikukvøldið tryggjaði Liverpool sæti í fjórðingsfinalunum í Champions League. Tískil sær tað framvegis gott út hjá Liverpool.

Í kvøld kann Liverpool gera støðu sína enn betri. Við at vinna á West Ham kann Liverpool leggja sjógv ímillum seg og Chelsea, ið hevur sama stigatal og Liverpool.

Fleiri tekin eru eisini um, at Liverpool stendur eftir sum sigursharri eftir dystin í kvøld. Liverpool er tað liðið, ið hevur fingið flest stig á heimavølli í ár. Har hava teir heldur ikki tapt í ár, og West Ham hevur ikki vunnið á Anfield Road síðani 1963. Liverpool er eisini tað liðið, sum hevur latið fæst mál inn á heimavølli í ár, meðan West Ham einans hevur skorað seks mál í sínum sjey útivallardystum, og bara hevur vunnið tvær ferðir á útivølli. Munurin liðanna millum sæst eisini aftur á stigatalvuni, har Liverpool er 16 stig frammanfyri West Ham.

Men West Ham er bara fyrsta stig á vegnum hjá Liverpool. 1. februar hittast Liverpool og Chelsea á Anfield, og inn til ta tíð hevur Liverpool níggju dystir á skránni, sum uttan stórvegis himpr eiga at geva í minsta lagi 21 stig. Mótstøðuliðini eru West Ham, Blackburn, Hull, Bolton, Newcastle, Stoke og Wigan, umframt at meiri truplu dystirnir ímóti Everton og Arsenal.

Júst Arsenal hevur við sínum sigri meldað seg innaftur í oddastríðið, sum eisini telur Manchester United og Chelsea. Tískil krevur tað styrki av Liverpool, um liðið skal enda oyðimarkargongd sína – styrki, sum Liverpool ikki hevur víst seinastu 18 árini.

Styrki merkir eisini, at liðið megnar at taka av møguleikanum, tá hann býðst teimum. Henda møguleika hevur Liverpool í kvøld.

 

Arsenal hjálpti Liverpool

Argasti kappingarneytin hjá Liverpool hetta kappingarárið, hevur verið Chelsea. Sunnudagin gjørdi Arsenal Liverpool eina stóra tænastu, tá teir bastu teimum bláu í grannauppgerðini.

Úrslitið gjørdist gjørdist 2-1 og Arsenal gjørdi øll málini. At tað gjørdist Arsenal, ið stóð eftir sum sigursharrin á Stamford Bridge, var heldur óvæntað. Arsenal hevur verið ógvuliga svingandi í ár, og seinstu vikurnar hava verið merktar av innanhýsis rumbli í felagnum. Harumframt hevur Arsenal tær seinastu tólv ferðirnar liðið hevur møtt Chelsea, einans vunnið ein av hesum dystum.

Málini hjá Arsenal gjørdi Robin van Persie, sum spældi sín dyst nummar 100 fyri Arsenal. Og mál hansara merkja, at Chelsea tapti fyri aðru ferð á heimavølli í ár, og tað er ikki hent seinastu fimm árini.

 

Rooney fyri 100 ferð

Ein onnur og stór grannauppgerð var í Manchester sunnudagin, tá City og United brustu saman. Her var tað stóribeiggin United, sum dróg longra stráðið, og Wayne Rooney gjørdi einasta málið í dystinum. Við sigrinum hevur United hevnt nakað av farna kappingarárið aftur, tá City vann báðar grannauppgerðirnar, sum sjálvsagt hevur plágað United líka síðani.

Men hetta bøtti Wayne Rooney upp á í gjár. 23 ára gamli match-vinnarin, sum spældi sín fyrsta dyst í Premier League tann 17. august í 2002, hevur nú skotið 100 mál á yrkisleið sínari, har hann umframt Manchester United eisini hevur umboðað Everton.

Hóast 100 mál var tað kortini ikki Rooney, sum fór avstað við yvirskriftunum í bretsku fjølmiðlunum. Sum ikki einaferð var tað Christiano Ronaldo, ið tók hesar.

Portugisin var nevniliga vístur av vølli, tá hann nært bóltin við hondunum og fekk sítt næsta gula kort. Tað sá undarligt út, tá portugisin valdi at nýta hendurnar, tá frísparksinnlegg varð sent innfyri, men Ronaldo segði eftir dystin, at hann helt seg hoyra, at dómarin hevði bríkslað beint áðrenn. Men tað hevði dómarin ikki, og tí noyddist Ronaldo av vøllinum.

 

Aston Villa og Hull verða hótt

Av øðrum áhugaverdum úrslitum í bestu ensku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið, eru sigrarnir hjá Everton og Portsmouth. Við tað, at bæði Aston Villa og Hull ikki fingu meiri enn eitt stig hvør, meðan Everton og Portsmouth fingu trý í part, so tødnaði munurin liðini á fimta og sætta plássi, og so liðini á sjeynda og áttanda plássi, so mikið, at tað nú einans er ein sigur, ið skilir liðini.