Føroyska landskappingin er í summarfrí, men landsliðshópurin venur framvegis. Manslandsliðið, sum Dia Midjord hevur evstu ábyrgdina av, sleppur at royna seg um vikuskiftið, tá Luksemburg vitjar í Føroyum. Tveir landsdystir eru á skránni. Leygardagin spæla liðini í Kollafirði, og sunnudagin verður spælt í Vestmanna.
Tveir dystir í ár
Føroyska manslandsliðið hevur spælt tveir landsdystir í hesum árinum. Mótstøðuliðini vóru Skotland og Írland. Føroyar vunnu sannførandi í báðum førum. Mótstøðan verður munandi sterkari hesaferð. Føroyar og Luksemburg hava spælt átta ferðir áður. Bæði liðini hava vunnu fýra dystir. Seinast, føroyingar vunnu á Luksemburg, var í 1987.
Tekur út í dag
Dia Midjord, landsliðsvenjari, hevur lagt seinastu hond á fyrireikingarnar um vikuskiftið. Seinnapartin í dag, eftir at blaðið fór til prentingar, verður kunngjørt, hvørjir spælarar skulu umboða Føroyar næsta vikuskiftið.