Nú skal beinanvegin farast undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at fáa lív og trivnað í miðbýin Havn.
Tað hevur býráðið einmælt samtykt í kvøld.
Fyrireikandi arbeiðið skal byrja longu nú fyri summarfrítíðina og í tí sambandi hevur býráðið samtykt at játta eina millión krónur av til endamálið.
Í hesum sambandi verða arkitektar, vinnurekandi og onnur áhugað, boðsend á ein evnisfund í ein ella tveir dagar um miðbýin.
Síðani skal hugskotskapping skrivast út ímillum arkitektar, sum sostatt fáa høvi til at geva sítt boð upp á, hvussu miðbýurin skal skipast við vegum, torgum plássum og øðrum.
Í hesum sambandi verður hugsað um miðbýin úr Steinatúni, ígjøgnum Gongugøtuna, parkeringsøkið á Vaglinum, Vágsbotn, Mylnugøta og Áarvegin.
Beinanvegin, tá ið hugskotskappingin er liðug, skal ein fyribils kostnaðarmeting gerast og íløgan skal raðfestast á íløguætlanini hjá kommununi hesi næstu árini.
Samstundis skulu sáttmálar gerast um at projektera tey hugskotini, sum vinna.
Samstundis hevur býráðið gjørt sær greitt, at hetta er eitt økið, sum skal raðfestast rættiliga frammaliga hesi næstu árini, bæði politiskt og fíggjarliga.









