Nú skal Løgtingið taka støðu til næsta leik

Í heilar átta tímar í dag skiftu løgtingislimir orð um uppskotið um eina føroyska grundlóg

Góðar átta tímar. So leingi tók tað Løgtinginum at viðgera uppskotið um eina føroyska grundlóg.

 

Orðaskiftið byrjaði klokkan 10 í morgun, og eftir ein døgverðasteðg, varð hildið á í góðar seks tímar afturat. Klokkan var nevniliga gott sjey í kvøld, tá ið Løgtingið loksins var liðugt at viðgera uppskotið um eina føroyska grundlóg.

 

Og nú skal Løgtingið so taka støðu til, hvør tann næsti leikurin skal vera. Í løgtinginum í dag varð skotið upp at beina málið í eina serliga nevnd, har teir stóru flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, fáa tveir limir í part, og teir smáu flokkarnir fáa ein flokk hvør. Og so skal Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, eisini fáa sæti í nevndini.

 

Tað fer Løgtingið at taka støðu til hósdagin. Og verður tað samtykt, skulu flokkarnir, hvør í sínum lagi, taka støðu til, hvør skal umboða teir, og so verður nevndin vald í næstum.