Nú skal Karadzic verja seg

Rættarmálið ímóti fyrrverandi bosniaserbiska leiðaranum Radovan Karadzic verður nú tikið uppaftur í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haag.

Ákæran ímóti Kraadzic er í 10 pørtum. Eitt nú er hann ákærdur fyri fólkamorð, og í hesum sambandi vil ákærin vera við, at Karadzic hevði ábyrgdina, tá 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í bosniska býnum Screbrenica undir borgarakrígnum.

Í summar hevði ákæruvaldið orðið í málinum, og nú skal Karadzic so royna at verja seg. Hann hevur sagt, at hann noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Radovan Karadzic, sum nú er 67 ára gamal, varð tikin í einum bussi í serbiska høvuðsstaðnum Beograd í 2008, eftir at hann hevði fjalt seg í 13 ár.