Tiltakið í fjør, tá dómarar og áskoðarar funnu Føroya feitastu bilar, fekk ómetaliga góða móttøku, og tí verður tiltakið roynt aftur. Í fjør vann Johnny Nón við sínum svarta Dodge Magnum-djóri, og Johnny fekk eisini áskoðaravirðislønina fyri sín Chevrolet Camaro frá 1971.
Eitt ár er liðið, og nú skal slagið aftur standa á Torginum, tá SMS í nýggjari kapping sýna feitastu bilarnar í Føroyum fram.
Dómararnir eru aftur í ár Sofus, Maggi og Óli, og teir gleða seg til at síggja, hvat nýtt rørir seg har úti í føroyska bilheiminum.
Hóast dómararnir hava sína meining um, hvat ein feitur bilur er, so verður eisini møguleiki hjá vitjandi í SMS at atkvøða um Fólksins Feitasta Bil.
Spennandi verður at síggja, um nakar megnar at koppa Johnny, og heitt verður tí á allar menn og kvinnur við bensini í blóðinum um at senda inn myndir av sínum feitu bilum – nýggjum sum gomlum.
Myndirnar verða lagdar út á Facebook hjá SMS, og dómararnir velja síðani seks favorittar, ið verða sýndir fram á Torginum.
Bilarnir koma á Torgið týsdagin 17. mai, og fríggjadagin 20. mai bjóðar SMS á eitt biltreff við grill á parkeringsøkinum aftanfyri SMS, har øll kunnu síggja og sleva eftir feitastu bilunum, ið ikki komu á sjálva framsýningina.