Hereftir skal Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, góðkenna allar lønir og samsýningar til stjóra og stýrislimir í ALS.
Tað staðfestir hann í Løgtinginum í morgun.
Herfyri stóðst mikið rokilsi av fráfaringaravtaluni, stýrið fyri ALS gjørdi við fráfarna stjóran í ALS.
Ein av teimum, sum undraðist á fráfaringaravtaluna, var nettupp Johan Dahl. Landsstýrismaður og tá lovaði hann at taka málið upp.
Og ein avleiðing av tí er nú, at Johan Dahl fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at hereftir skal hann góðkenna allar avtalur um lønir til leiðslu og stýrislimir í ALS, áðrenn tær kunnu verða settar í gildi.
Hann leggur afturat, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið ein av fyrstu døgunum.