Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Hósdagin í farnu viku kom endiliga dagurin, sum Gro Harlem Brundtland leingi hevur bíðað eftir. Støðan í Stórtinginum letur upp dyrnar fyri, at Jens Stoltenberg endiliga kann gerast forsætisráðharri í Noregi.
Gro Harlem Brundtland ynskti, at Jens Stoltenberg skuldi gerast floksleiðari í Arbeiðaraflokkinum, tá hon fór frá á heysti 1992. Men norska arbeiðararørslan við LO-leiðaranum Yngve Hågensen á odda, høvdu ikki álit á tí unga Stoltenberg. Ístaðin fekk Hågensen syrgt fyri, at stuðulin og vinmaðurin, Thorbjørn Jagland, gjørdist flokksleiðari. Søguliga hevur floksleiðari eisini verði floksins boð uppá ein forsætisráðharra.
Bondini millum Jagland og Hågensen hava í mong ár verið tøtt og eru tað framvegis. Tað er nokk eisini orsøkin til at Thorbjørn Jagland ikki hevur latið Stoltenberg yvirtaka floksleiðarastarvi. Teir báðir skulu nú stýra flokkinum.
Stoltenberg verður anlitið úteftir, meðan Jagland skal byggja upp flokkin, og vera tann, sum vitjar lokalfeløgini.
Hetta samstarvið millum teir báðar hevur longu sett spurnartekin við, hvør í veruleikanum stýrir í flokkinum. Stuðulsfólk hjá Jens Stoltenberg óttast, at hann verður brúktur fyri at syrgja fyri, at Arbeiðaraflokkurin skal sleppa framat maktini, men at tað í veruleikanum verður Thorbjørn Jagland og LO, ið hava seinasta orðið.
Hetta er eisini nakað, Thorbjørn Jagland hevur sagt meir og minni týðuligt. Av røttum hevur Jagland lagt dent á, at Stoltenberg hevur seinasta orðið í komandi stjórnini, men at hann sjálvur hevur seinasta orðið í aðalstjórn floksins. Í hesum liggur at Jagland hevur seinast orð, tí søguliga er tað aðalstjórn floksins sum avgerð, hvat floksins tinglimir og stjórnarlimir skulu meina og gera.










