Nýggj kanningartøkni hevur havt við sær, at tey seinastu árini hava granskarar hugt í nógvar gamlar gravir fyri at fáa vissu fyri, at tað er tann rætti, sum liggur har. Tað eru serliga brotsmenn ella fólk av tí betra slagnum, sum fáa vitjan av granskarununm, og nú er tíðin komin til tann gamla danska víkingakongin Gorm Gamla. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Kanningar í áttatiárunum bendu á, at tað er eftir øllum at døma Gamli Gorm, sum liggur jarðaður undir kirkjuni í Jelling í Jyllandi, men nú ætla granskarar at kanna tað við nýggjari tøkni.
Mads Mads Kähler Holst, sum er ein av granskarunum, sigur við blaðið, at tað eru ikki øll, sum halda, at tað eru leivdirnar av Gamla Gorm, sum liggja undir kirkjuni, og tí heldur hann tað vera áhugavert at vita, um tann nýggja tøknin kann greiða spurningin.
Mads Kähler Holst og hinir granskararnir vóna nú, at tað ber til at fáa so mikið góðar dna-royndir av tí gamla konginum, at upprunin kann staðfestast við at samanbera royndirnar við onkran annan í kongsættini.
-Men tað verður neyvan Margretha drotning, leggur hann afturat.