Dreingir sleppa ikki uppí part hesuferð, tí kappingin verður eftir øllum at døma bara fyri kvennkynið. Mannfólkið verður kortini ikki við sviðusoð, tí á tiltakinum verður ikki bara møguleiki at skoða ársins sprund, men eisini dansarar av báðum kynum fara at seta sín dám á.
Sama sum í fjør
Tað er Jørna Mikkelsen, ættað úr Skúvoy, sum skipar fyri tiltakinum. Hetta er sama tiltakið, ið skipað varð fyri í fjør. Tað var tá kallað Føroya sprund og kallur.
Jørna var tá ikki væl nøgd við tiltakið, og nógv kundi verið gjørt betur, men ætlanin er sjálvsagt at sleppa undan somu mistøkunum aftur.
Væntandi verður kappingin bara fyri gentur, tí tað er eitt ov stórt tak at skipa fyri tveimum kappingum sum í fjør.
Kappingin verður eftir ætlan síðst í næsta mánaði. Bíðað verður enn eftir fleiri luttakarum, sum hava hug at royna seg. Higartil hava eini tíggju gentur skrivað seg á listan, men Jørna væntar nógv fleiri.
Enn er ikki avgjørt, hvar kappingin verður fyriskipað, men ætlanin er at samskipa tiltakið við NSÍ.
Eisini hevur tað verið torført at fáa fyritøkur at stuðla kappingini, men eingin hevur meldað seg sjálvboðin. Jørna heldur, at fleiri halda seg aftur, tá talan ikki er um ítrótt, men hetta tiltakið fer eisini útum landoddarnar.
Hetta verður triðju ferð, at eitt slíkt tiltak verður fyriskipað í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1992, og tá var tað ikki væl móttikið, sigur Jørna, men hesi seinnu árini hava hesi tiltøkini verið sera væl umtókt.
Jørna sigur, at tey hesuferð hava fingið góða undirtøku, og nógv hava ringt og spurt seg fyri hjá fyrireikarunum.
Fjølbroytt tiltak
Tað verður nógv á skránni, tá tiltakið fer av bakkastokki, og fyrireikararnir hava stórar ætlanir.
Umframt sjálva kappingina millum vøkru genturnar, verða eisini dansarar at síggja á pallinum. Eitt kallað riverdance verður á skránni, og eisini fara gogogentur at fanga eygað.
Jørna hevur fingið hugskotið til tey ymsu tiltøkini á einum skeiði í Noregi, sum hon vitjaði í januar í ár.
Ætlanin er eisini at fara kring landið við dansarunum. Kappingin um at vera vakrast verður tó bara einaferð.
Til at venja dansararnar hava tey fingið nakrar danskar venjarar, men dansararnir sjálvir verða føroyskir. Eisini skulu danirnir hjálpa teimum, sum luttaka í kappingini at føra seg fram á palli.
Dream Boys verða eftir ætlan eisini at síggja á palli. Hetta eru dansarar, sum fara at hava framførslur a la chippendales. Hetta verður sum plástur á sárið hjá dreingjunum, sum ikki sleppa at luttaka í kappingini um at vera vakrast.
Tá alt er hæsað av í Føroyum, hevur Jørna fingið eina innbjóðing úr Noregi um at koma hagar við tiltakinum. Hetta kom í lag, tá hon var á skeiði har. Enn er ikki greitt, um allar genturnar sleppa við, men tað veldst alt um, hvussu nógv eru sinnað at stuðla, sigur Jørna.
Ikki óvirðiligt
Spurd um tað ikki er óvirðiligt at hava slíkar kappingar, har gentur og dreingir verða sýnd fram á slíkan hátt, svarar Jørna, at júst hatta hava tey tosað nógv um, men hon heldur ikki, at nakað er skeivt í tí.
- Slíkar kappingar vórðu ikki góðtiknar fyri bara nøkrum fáum árum síðani, men nú tykist tað, sum at fleiri eru fegin um kappingarnar, og foreldrini eru eisini við uppá tað, sigur Jørna.
- Eg havi tosað við nógv fólk um hatta, og eg haldi ikki at tað er nakað skeivt í tí. Slíkar kappingar eru alla aðrastaðni, so hví ikki eisini í Føroyum, sigur Jørna.
Jørna Mikkelsen er umboð fyri eini 30-40 modell í Føroyum, og hon vil fegin hjálpa teimum ávegis í strembanini at gera hetta til yrkisleið teirra.
Jørna sigur eisini, at hennara dreymur ikki gjørdist veruleiki, men kanska hon kann verða við at hjálpa øðrum ávegis.
Henda kappingin er tó ikki beinleiðis ætlað modellum, men heldur bara at finna Føroya vakrastu gentu.