Søla
Tá avgerðin um at selja Dekostovuna varð tikin, var hetta ikki nakað, sum varð gjørt í óðum verki.
- Hetta er nakað, sum vit hava hugsað um í eina tíð, sigur Oddbjørg Højgaard, sum í 1993 fór undir virksemið á Dekostovuni.
- Men tað er sjálvandi við ávísum sorgblídni, at slíkt verður gjørt. Vit bæði, Hjalmar (sambúgvin hjá Oddbjørg) hava rikið virkið í 15 ár, og sjálv eru vit eisini væl nøgd við gongdina, sum hevur verið.
- Hinvegin, so setir tað eisini síni krøv, tá tú rekur egið virkið. Saman við tí stuttliga partinum er jú so nógv annað, sum eisini skal gerast. Og fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so er tann fyrisitingarligi parturin av hesum ikki júst tað, sum eg tími best at nýta mína orku til.
So tú gleðir teg kanska til »bara« at sleppa at arbeiða aftur?
- Tað kanst tú gott siga. Nú kann eg arbeiða sum eitt vanligt starvsfólk. Og ikki minst, so sleppur tú undan at hugsa um virkið 24 tímar um samdøgrið. Vónandi er tað nakað, sum kann geva okkum eitt slag av frælsi, sum vit ikki hava havt, og tað er nakað, sum eg gleði meg til, sigur hon, áðrenn hon stórflennandi leggur afturat.
- Og makka tey ikki rætt. So kann eg jú bara siga upp!