Keypmannahavn, Sosialurin: Hálvaskýmt er inni á sjúkrastovuni á epedemisku deild á Ríkishospitalinum, har 29 ára gamli vágbingurin, Martin Karl Olsen, liggur. Hann liggur her, tí hann hevur fingið útslett av nógva heiliváginum. Bert ein song er inni og kring hana standa tey nærmastu og royna at stuðla Martin Karl. Fyri einum góðum mána síðan var hann ein spelkin, frískur unglingi, ítróttarmaður. Nú liggur hann í songini og hyggur eftir stumpinum á vinstra beini, sum er av um knæið. Hann liggur uttan dýnu og er heitur og útbrotin av øllum heilivágnum, hann hevur fingið seinastu vikurnar. Reyðflekkutur sum ein brunasjúklingi og móður. Hann hevur sæð verri út, er nú bliknaður aftur.
Hann hevur gott fólk kring seg. Gentan, fimm mánaðar gamla dótturin, foreldrini og systurin og tey royna eftir førimuni at ugga Martin Karl og sjálvi at fóta sær, nú óeydnan rakti tey so meint.
-Eg var langt niðri í fyri tveimum døgum síðan. Hevði nógvan fepur og visti hvørki út ella inn. Visti ikki um eg í heilatikið kláraði tað, men nú gongur betri, eg havi matarlyst í dag, havi faktisk etið fyrsta døgurðan í langsamiliga tíð. Akkurát nú kenni eg tað, sum bara ein leið finnst, og hon er full drøn frameftir, sigur Martin Karl Olsen
Serstaki sjúkrahúslukturin hongur í stovuni. Frísk blomstur síggja eitt sindur ónáttúrlig út her inni. Ein kundi roknað við berari elendigheit á slíkum stað, men hóast skaddur og likamliga merktur av vanlagnuni, so lýsir sjálvsálitið út úr eygum Martin Karls, og hann fer at greiða frá degnum, tá hann datt úr stiganum.
Skuldi trekkja ein seym
- Eg stóð í stiganum uppi undir takskegginum og skuldi trekkja ein seym út, so veit eg ikki rættiliga, hvat hendi, men eg datt aftur eftir úr stiganum og kom standandi niður. Eg sá beinanvegin, at tað var heilt galið. Vinstra bein peikaði beint frameftir mest sum í vinkul. Onki fólk var í nánd, og eg rættaði brotna beinið eitt sindur upp, grulvaði út til vegin og rópti um hjálp, sigur Martin Karl.
Og meðan Martin Karl fortelur um hesa hending, so er eisini pláss fyri skemti. Pápin, Jákup Olsen, spyr skemtandi um sonurin fekk seymin út. Martin Karl svarar og biður pápan sjálvan fara at hyggja eftir, tá hann kemur heim aftur.
-Eg varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og nakrar tímar seinni var eg á veg niður við flogfarinum hjá Atlantic Airways. Eg visti, at okkurt var galið, hevði illgruna um, at eg kanska fór at missa beinið, men vónaði tað besta, sigur Martin Karl.
-Tá so læknin á Ríkishospitalinum kom og segði sum var, at teir vóru noyddir at taka beinið, fóru gardinurnar niður. Eg hugsaði beinanvegin um gentuna hjá mær og vildi, at hon sá meg áðrenn. Hon var tá stødd í Suðuroy, sigur Martin Karl.
-Í fyrstani hugsaði eg, so fór hetta, men seinni fekk eg mótið aftur og hugsaði, at eg skal nokk vinna meg aftur. Eg veit, at eg nú komi at verða eitt annað menniskja, eg fari at hava eina aðra útstráling, og kanska fari eg at vera í meira javnvág við meg sjálvan. Eg havi altíð verið ein buldrari, sigur Maritin Karl.
Ringt at koma heim
-Eg vænti ikki, at tann stóra reaktiónin kemur, fyrr enn eg komi heim, ikki fyrr enn eg síggi staðið, har eg datt, men eg stúri ikki fyri at koma heim. Sjálvandi gráti eg eitt sindur um støðuna í dag, men tað skal til, sigur hann.
Gentan, Regina av Økrum, kom niður sama dag, sum beinið var amputerað av Martini. Hon er 23 ára gomul og lesir til sjúrkasystir. Hon var hjástødd eina løtu undir skurðviðgerðini.
-Eg eri glað fyri, at eg var hjástødd. Tað ringasta var at sita í Vágum og bíða eftir at sleppa niður. Óhappið hendi fríggjadag, og eg hevði ikki tosað við Martin Karl, tá eg fór niður sunnukvøld.
Martin Karl kemur heim um einar fjúrtan dagar, tá sárið er heilt grøtt. Síðan skal beinið við ymiskum bandasjum skapast soleiðis, at ein protesa passar. Martin roknar við at vera á fótum aftur í ár. Hann er dagliga lærari í Kommunuskúlanum í Havn.
-Eg fari neyvan upp aftur í stiga í lívinum, men eg ætli ikki at gevast við at liva. Nú er tað heila hjá mær bara full drøn frameftir, og eg skal nokk fóta mær aftur, sigur Martin Karl Olsen.