Nú skal danskur embætismaður á føroyskar hendur

Hann skal vera krumptappurin í einum føroyskum heilsumyndugleika

Nú skal landslæknin yvirtakast frá donskum myndugleika. Hann er danskur embætismaður, men nú í vár fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka hann og gera hann til ein føroyskan stovn.

 

Landslæknin skalm enn sum áður, veita føroyskum myndugleikum holla ráðgeving í heilsufakligum spurningum. Harumframt er ætlanin, at landslæknin hevur eftirlit við stovnum á heilsuøkinum og eftirlit við heilsustarvsfólki. Í sama viðfangi skulu eisini fleiri onnur mál á heilsuøkinum, yvirtakast, tey eru sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, rúsevni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður

 

Sirið Stenberg sigur í hesum sambandi, at eftir hennara tykki er tørvur á at fáa ein sterkan fakmyndugleika á heilsuøkinum í Føroyum. Hon ætlar eisini at skipa ein Fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum Og føroyski landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum, sum eisini skal fevna um Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, umframt møguliga aðrar viðkomandi stovnar á heilsuøkinum.

 

 

Við hesum uppskotum verður bert tann parturin av Landslæknaembætinum yvirtikin, ið snýr seg um ráðgeving av almennum myndugleikum og eftirlit við heilsustarvsfólki og stovnum á heilsuøkinum.Málsøkið um at løggilda heilsustarvsfólk, og viðurskiftini viðvíkjandi klagum og endurgjaldi, verða nevniliga ikki yvirtikin í hesum umfari.