Nú skal dómarin spæla

Rúni Weihe hevur trý ár á rað dømt flogbóltsfinalurnar. Leygardagin skal hann fyri fyrstu ferð vera við sum leikari

Mansfinalan
Jákup Mørk
- Tað er sjálvsagt nakað, sum eg gleði meg til. Steypafinalan er avgjørt størsta einstaka hendingin í føroyskum flogbólti, og karmarnir kring hesa gerast alt meira professionellir.
 Somikið avgjørdur er Rúni Weihe, sum í ár spælir við ÍF, tá vit undan steypafinaluni leygardagin spyrja hann, hvussu hann sær fram til at gerast partur av hesum dystinum.
 Ikki tí, Rúni hevur á hvørjum ári verið við í steypafinalunu, men tað hevur hvørja ferð verið sum dómari higartil.
Størri í allar mátar
Tá tosið fellur nærri inn á alt tað, sum sermerkir ein finaludyst, er sjkótt at Rúni aftur staðfestir, hvussu stóran týdning ein slíkur dystur hevur.
 - Sjálvandi er meistaraheitið nakað, sum hevur eitt størri ítróttarligt virði. Tá er tað jú nógv størri krøv um stabilitet v.m., sum verða sett, so í so máta, kann steypafinalan ikki standa mát. Men sum einstøk hending er eingin ivi um, at týdningurin er ovurstórur. Ja, fyri feløgini hevur hon kanska størri týdning enn landskappingin. Stuðlarnir eru sjónligir í beinleiðis sjónvarpssending alla tíðina, og tað ivist eg ikki hevur eitt veldugt virði fyri feløgini. Fyri leikararnar hevur tað sjálvandi eisini týdning, at allir miðlar eru á staðnum. Saman við áskoðarunum gevur hetta nakrar karmar, sum eru nærum perfektir, og nú stórskíggi og gólv eisini eru við, dugi eg illa at síggja, hvussu karmarnir krng eina ítróttarhending kunnu gerast meira professionelt her heima.
Um sjálvan dystin tykist Rúni saman við liðfeløgunum at hava hampuliga góðar vónir um, at tað hesa ferð skal bera til hjá ÍF at hevna steypatapið fyri SÍ í fjør.
 ÍF hevur annars havt ein lítlan niðurtúr í seinastuni, har teir hava tapt fyri bæði Fram og Mjølnir, men hetta er tó ikki nakað, sum tykist nerva Rúna stórvegis.
 - Sjálvur haldi eg, at vit bert hava spælt ein vánaligan dyst í ár, og tá taptu vit greitt fyri Fram. Ímóti Mjølni spældu vit hampuliga væl, men teir spældu eisini væl, og tað vórðu so teir, sum drógu longra stráðið. Men nakra kreppu haldi eg so avgjørt ikki, at vit kunnu tosa um. Eftir at Bartal og eg sjálvur hava verið eitt sindur skerdir av skaðum, tykist tað nú eisini soleiðis, at liðið er um at vera so væ fyri, sum tað er gjørligt, og í landskappingini hava vit hvørja ferð vunnið trygt á SÍ, so alt í alt haldi eg, at vit hava nakað at hava vónirnar í, sigur hann, og roynir sostatt ikki at renna undan teimum, sum hava ÍF sum favoritt undan finaludystinum.
 At enda spurdu vit eisini Rúna, hvørjar lutir teir serliga skulu fáa at rigga, um teir skulu vinna allan vegin á mál leygardagin.
 - Fyrst og fremst mugu vit fáa kantarnar og móttøkurnar at rigga. Ikki minst eru móttøkurnar týdnignarmiklar, tí við hesum fáa vit varierað álopsspælið somikið væl, at blokkurin hjá teimum skal hugsa um fleiri álopsmøguleikar. Vit hava gott fólk á øllum plássum, og tí kunnu vit variera nógv, men tað krevur altso, at móttøkurnar rigga.
 - Og so skulu vit eisini ansa eftir Boban og Rajko. Teir eru somikið góðir leikarar, at teir skulu ikki sleppa ígongd, sigur altso Rúni Weihe at enda.
Mynd: Rúni Weihe
- Fyri feløgini hevur hon kanska størri týdning enn landskappingin. Stuðlarnir eru sjónligir í beinleiðis sjónvarpssending alla tíðina, og tað ivist eg ikki hevur eitt veldugt virði fyri feløgini, heldur Rúni Weihe