FÓTBÓLTUR
Bólturin liggur beint til høgra beinið hjá Chelsea í kvøld. Við trimum stigum kunnu teir leggja seg eitt stig framum Liverpool, og harvið gerast oddalið í Premier League.
Chelsea vitjar eisini í Liverpool í kvøld, men mótstøðuliðið er Everton, sum hevur staðið seg hampiliga væl higartil.
Tá tað er sagt, so hevur Everton á ongan hátt tølini við sær til dagsins dyst. Av seinastu 20 dystunum liðanna millum, hevur tað ikki eydnast Everton at vinna ein einasta dyst. Harumframt hevur Everton bara vunnið ein dyst á heimavølli í ár, og tað er verri enn nakað annað lið í Premier League. Omaná tað kemur so tann beiski veruleiki, at Chelsea er tað liðið í bestu ensku fótbóltsdeildini, ið við sínum átta sigrum hevur staðið seg best á útivølli í ár.
Tískil er lítið ivi um, at Chelsea er favorittur at vinna útidystin móti Everton, og harvið er tað eisini ógvuliga sannlíkt, at oddaliðið í Premier League í kvøld eitur Chelsea.
Liverpool snávaði
Orsøkin til, at Chelsea nú situr so væl fyri er, at tað ikki eydnaðist Liverpool at fáa fult stigatal hetta umfarið. Sunnudagin snávaðu teir ímóti Arsenal, tá teir bert megnaðu at spæla javnleik 1-1.
Liverpool var vantaði týðandi fólk til dystin. Millum annað Fernando Torres og Javier Mascherano vóru skaddir, umframt at venjarin Raphael Benitez heldur ikki var kring vøllin, tí hann fyrr í vikuni varð skurðviðgjørdur fyri nýrastein og ikki var komin seg heilt.
Arsenal vantaði eisini týdningarmiklar spælarar, men byrjaði kortini betri, tá Robin van Persie við eini ógvuliga góðari temjing og hørðum skoti legði Arsenal framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Liverpool svaraði aftur stutt fyri hálvleik, tá Robbie Keane rann seg fram til bóltin, sum Daniel Agger hevði sparkað so langt burtur sum hann megnaði, og smekkaði bóltin upp í nettakið.
Hóast kjansir komu ikki fleiri mál í dystinum. Hæddarpunktið í seinna hálvleiki var, tá Emmanuel Adebayor varð vístur av vølli, tá hann fekk gula kort fyri aðru ferð. Hetta var á leið hálvan tíma fyri leiklok, so Liverpool var bæði leikliga og manningarliga við yvirvág hesa løtuna, men megnaði ikki at revsa Arsenal.
Aston Villa millum tey stóru
Javnleikur hjá Arsenal merkir, at teir eru trý stig aftanfyri Aston Villa, sum við sínum sigri hálaði seg upp á triðja plássið. Aston Villa basti West Ham, sum seinastu fimm dystirnar bara hevur skotið tvey mál, og higartil í ár hevur West Ham bara skotið eitt mál hvønn dyst.
Í gjár raktu teir tó ikki netið hjá mótstøðuliðnum. Hinvegin beindu teir bóltin í egið net stívliga tíggju minuttir fyri síðsta bríksl. James Milner royndi at leggja bóltin innfyri, sum tók í ein mótstøðuleikara so bólturin endaði í netinum. Tað var eisini einasta málið í dystinum, og við sigrinum fór Aston Villa framum Manchester United á stigatalvuni.
Manchester United hevur tó tveir dystir til góðar, og spældi ikki um vikuskiftið orsaka av heimsmeistarakappingini fyri feløg. Vinnur Manchester United hesar dystir, so yvirhála teir Aston Villa og leggja eitt alvorligt trýst á bæði Liverpool og Chelsea í toppinum.
Botnurin tødnaði
Men tað er ikki bara spenningurin í toppinum. Í skeiva endanum á stigatalvuni, gjørdu tey bæði niðastu liðini bart og vunnu sínar dystir.
West Bromwich vann 2-1 á Manchester City við málum frá Luke Moore og Roman Bedner. Tað var tó ikki fyrr enn í yvirtíðini, at sigurin kom til hølvdar. Beint fyri leiklok javnaði Manchester City við einum merkisverdum hælara frá Felipe Caicedo. Gleðin var tó stokkut, tí løtu seinni skoraði Roman Bedner sigursmálið fyri West Bromwich.
Liðið frammanfyri West Bromwich, Blackburn, tók ímóti uppflytarunum Stoke. Hesir vóru so ruddiliga settir uppá pláss, og Blackburn vann 3-0. Benny McCarthy gjørdi tvey mál og Jason Roberts eitt. Harvið øktu teir trýstu á Manchester City, West Ham, Tottenham, Stoke og Middlesbrough, ið eru liðini frammanfyri, og sum øll taptu um vikuskiftið.
Harvið ber til at staðfesta, at spenningurin er í toppi og botni, og Premier League hevur ikki verið meiri spennandi enn tað sama í fleiri ár. At jólini standa fyri framman ger tað ikki verri, tí hesi vísa seg ofta at vera ógvuliga avgerandi fyri útfalli verður, tá 38 dystir eru spældir.










