Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað, boðar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu frá.
Talan er um slakar 15.000 fermetrar sum skulu útstykkjast, umframt at umstøðurnar kring bátahylin og ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti skulu tilgerast. Arbeiðið vantast at byrja 1. august, og kommunan heitir tískil á eigarar av bátum og lutum, sum standa á merkta økinum við bátahylin í Borðoyavík, um at flyta teir av økinum áðrenn 31. juli.
- Lutir, sum framvegis eru á økinum eftir 31. juli 2019, verða burturbeindir fyri eigarans rokning, vísir kommunan á.