Nú skal bispavalið eisini amerikuserast

Tað hevur eydnast miðlunum, í hvussu so er tey bæði seinastu løgtingsvalini, at fáa høvuðsvalstríðið at snúgva seg um sexlívið hjá fólki. Nú stendur eitt bispaval fyri durum, og hann hjálpi mær, verður nú eisini roynt at fáa hetta valið í høvuðsheitinum at snúgva seg um, hvørja støðu nýggi bispurin hevur til sex.

Eg vil heita á bispavalevnini um at siga nei til at lata fjølmiðlarnar missbrúka seg við at amerikusera eitt føroyskt bispaval.

Tað gagnar hvørki tykkum ella kirkjufólkinum, at svara teimum oftast óvikomandi og tápuligu spurningum, sum hesi finna uppá at seta. Tey, sum royna at fáa valið at snúgva seg um nakað annað enn, hvat eitt bispastarv er, eru oftast fólk, sum einki hava við kirkjuna at gera og neyvan nakrantíð koma har.

Teir einstøku kirkjuráðslimirnir kunnu, um teir hava hug, spyrja tað valevnið, teir ætla at velja, hvat teimum liggur á hjarta.