Nú skal bera betur til at uppkalla

Navnalógin, ið varð samtykt fyri átta árum síðan, setti fyri fyrstu ferð mørk fyri, hvørji nøvn kundu gevast børnum. Men tíðum nokkso strangu reglurnar hava givið trupulleikar, tá børn skulu uppkallast, og tað verður nú tikið til eftirtektar

At kalla hvørja viku fær navnanevndin, ið umsitur navnalógina, umsókn um loyvi at brúka okkurt navn, ið ikki stendur á tí góðkenda almenna fólkanavnalistanum.

Er navnið, ið søkt verður um, í samsvari við føroyskar málreglur annars, verður loyvi givið, men víkir tað frá hesum, er eingin bøn.

Av tí sama fær landsstýrið rættiliga nógvar klagur, og tað er ein av orsøkunum til, at navnalógin frá 1992 nú verður endurskoðað.

Anfinnur Johansen av Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum er formaður fyri navnanevndini og limur í seks manna nevndini, ið er sett av landsstýrinum at gera uppskot til broytingar í navnalógini.

Nevndin leggur í løtuni síðstu hond á arbeiðið.

Nevndaruppskotið inniber sambært Anfinni Johansen millum annað, at tað í størri mun skal gerast møguligt at uppkalla børn eftir eitt nú ommum og abbum teirra.


Fyrilit tikið fyri uppkalling

Sum nú er stendur í paragraff eitt í navnalógini sum einasta treyt fyri, at eitt navn verður góðkent, at "navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur".

Her verður altso ikki tikið fyrilit fyri, um serligar umstøður liggja til grundar fyri einum navnaynski.

Nevndin, sum ger uppskot til broytingar, arbeiðir út frá ynskinum hjá landsstýrinum um, at fyrilit eisini verður tikið fyri grundgevingunum fyri umsóknum um loyvi at nýta einstøk nøvn.

? Við broytingaruppskotinum leggja vit upp til, at koma umsóknir um nøvn, ið verða grundaðar við at barnið skal uppkallast eftir onkrum í familjuni, so verður tað tikið við í viðgerðini, sigur formaðurin fyri navnanevndini.


Skal vera føroyskt

Men føroysku málreglurnar skulu sambært broytingaruppskotinum eisini í framtíðini fyrst og fremst liggja til grundar fyri góðkendu nøvnunum.

Um abbin til dømis æt Sigmund, og foreldur hava hug at uppkalla son sín Sigmund, fer broytta navnalógin ikki at geva heimild til tess. Sigmund er ikki í samsvari við føroyskar málreglur, men tað er navnið Sigmundur hinvegin. Tískil fer loyvi ikki at verða givið til at sonurin skal eita Sigmund, hóast hetta er navnið á abbanum.

Eitt hugsandi dømi, har broytingarnar í navnalógini kunnu loyva einari uppkallan, er um omman eitur Bodil.

Sambært galdandi reglum ber ikki til at kalla til dømis eina ommudóttir fyri Bodil eftir ommuni. Navnið stendur ikki í listanum fyri góðkend nøvn, og loyvi verður heldur ikki givið um søkt verður um tað.

Her verður víst til føroyska navnið Bóthild, sum stendur á listanum. Bodil er danski formurin av Bóthild.

? Men Bóthild liggur nakað langt frá Bodil, og tá kundi hugsast at loyvi fór at verða givið til at kalla eina gentu Bodil, um so var at umsóknin var grundað á, at til dømis omman æt Bodil, sigur Anfinnur Johansen.

Bodil er sum orð nevniliga í samljóði við føroyskar málreglur, hóast navnið í sær sjálvum ikki er føroyskt.

Hinvegin fer abbasonur ein Christian ikki at fáa loyvi til at fáa navnið Christian, men má heldur kallast Kristian. Her er eingin annar munur millum nøvnini enn stavsetingin, og tí verður danski formurin ikki góðtikin.


Navnalistin skal vera vegleiðandi

Higartil hevur mannagongdin verið tann, at um navnanevndin einaferð hevur givið loyvi til at kalla eitt barn við navni, ið ikki var nevnt í listanum yvir góðkend nøvn, so høvdu øll rætt at kalla barn sítt viðkomandi navn.

Men í uppskotinum til broytta navnalóg verður sligið fast, at eitt navnaloyvi, ið er givið einum umsøkjara, ikki hevur við sær at navnið verður givið leyst til øll at brúka.

Taka vit dømið um Bodil og Bóthild fram aftur, so er tað bert tey, ið vilja uppkalla eina Bodil í ætt síni, ið kunnu fáa loyvi at nýta hetta navnið. Annars skulu fólk brúka føroyska formin, Bóthild.

Fleiri aðrar smærri broytingar eru við í uppskotinum til endurskoðaða navnalóg, men tann mest umfatandi broytingin, ið uppskotið leggur upp til, er at reglurnar um góðkend fornøvn verða linkaðar nakað.

Hvussu broytta lógin fer at síggja út, er ikki greitt enn, tí uppskotið er ikki liðugt orðað enn, og nógv kann henda við uppskotinum, tá tað verður lagt fyri tingið í heyst.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....