Nú skal alivinnan hjálpast

Lagaligari skattaviðurskifti, niðurberjing av ILA, útlendskur peningur, veðseting í aliloyvum og tryggari marknaðaratgongd til ES eru loysnirnar, sum Føroya Havbúnaðarfelag mælir til fyri, at kreppurakta alivinnan kemur á føtur aftur.

Tølini eru ræðandi. Við ársenda 2000 hevði alivinnan 500 mio. krónur í eginogn. Við ársenda í ár, er vandi fyri, at lítil og eingin eginogn er eftir í alivinnuni.
Sjúkutrupulleikarnir og lágu laksaprísirinir eru høvuðsorsøkin til, at føroyska alivinnan er farin frá at verða ein týðandi partur av føroyska búskapinum til eina vinnugrein, sum liggur á gravarbakkanum.
Mánamorgunin legði Føroya Havbúnaðarfelag fram síni tilmæli um, hvørji átøk mugu gerast fyri at venda keðiligu gongdini í alivinnuni. Boðskapurin er greiður. Skal tað verða føroysku alivinnuni lív lag, mugu grundleggjandi broytingar fremjast.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at skattaviðurskiftini hjá alivinnuni gerast lagari, útlendskir íleggjarar skulu hava betri møguleika at koma inn í føroysku alivinnuna, fíggjarstovnar skulu hava loyvi til at fáa veð í alivloyvunum og føroyskir alarar eiga at fáa betri og tryggari marknaðaratgongd til ES.
Hóast røddir hava verið frammi um almennan stuðul til alivinnuna, mælir bólkurin til, at politiski myndugleikin heldur seg til at geva alivinnuna so góðar karmar sum gjørligt.

Tørvur á eginpeningi
Arbeiðsbólkurin væntar, at nærum allur eginpeningurin í alivinnuni er fokin við ársenda 2004. Fyri at venda gongdini, er bráðneyðugt við nýggjum innskotum av eginpeningi.
Verandi lóggávu loyvir ikki útlendskum íleggjarum at eiga meir enn ein triðing av partabrøvunum hjá einum alara. Arbeiðsbólkurin mælir til, at forðingin fyri útlendskum peningi verður tikin av og at útlendskir íleggjarar fáa fría atgongd til ta føroysku alivinnuna.
Bólkurin metir, at alivinnan vil reisa seg nógv skjótari um útlendingar sleppa at seta pening í alivinnuna. Verandi lóggáva avmarkar fíggjarmøguleikarnir hjá vinnuni.
Eigarar av føroysku alibrúkunum eru í dag illa sperdir fíggjarliga og tí verður torført hjá teimum at seta meir pening í vinnuna. Bólkurin nevnir siðvenjurnar við lokalum loysnum, har ein bygd ella økið hevur savnað pening saman til at eitt nú keypa fiskavirki.
Skrivarin í bólkinun, Hans Jákup Mikkelsen, segði undir framløguni, at lokala loysnin var lítið sannlík í alivinnuni. Hann róð framundir, at fíggjartørvurin í alivinnuni er so stórur, at lokala loysnin kemur vall upp á tal, hóast siðvenja er í Føroyum fyri slíkum kreppuloysnum.

Lagaligari skattaviðurskifti
Arbeiðsbólkurin heldur, at skattaviðurskiftini hjá føroyskum alarum eru væl verri enn eitt nú í Noregi. Hetta elvir til verri kappingarføri og tískil mælir bólkurin til, at føroyska alivinnan fær í minsta lagi somu skattaviðurskiftir sum kappingarneytarnir í grannalondunum.
Norskir alarar hava møguleika fyri at framflyta skattalig hall. Í Noregi verður skattur ikki goldin fyrr enn samlaða yvirskotið er størri enn virðið av fiskinum, sum svimur í ringunum.
Við øðrum orðum, kann skattur verða endurgoldin einum felagi innan tvey ár, um tað vísir seg, at felagið fær undirskot í hesum tíðarbili. Norskir alarar kunnu føra hall fram í 10 ár og tað trekkjast av úrslitinum av skattinum.
Síðan 1993 hevur føroyska alivinnan rinda 100 mio. krónur í skatti. Í 2002 vísir allir roknskapirnir hall. Høvdu føroyingar havt norsku skattaskipanina, hevði alivinnan sloppi undan at goldi stóran part av hesum skatti.
Vantandi skattaútreiðslur høvdu komið føroysku alivinnuni væl við í dag og kreppan hevði møguliga ikki verið so álvarsom. Bólkurin mælir tí til, at føroysku alarar fáa møguleika at flyta tap og vinning aftur og fram yvir eitt longri tíðarskeið.

Veð í aliloyvini
Seinastu mánaðirnar er kjakið, hvørt føroysku fíggingarstovnarnir skulu hava møguleika fyri at fáa veð í aliloyvini veruliga kyknað.
Arbeiðsbólkurin sigur í síni niðurstøðu, at fíggingarstovnarnir eiga at fáa møguleika at fáa veð í aliloyvum. Hetta stig skal takast fyri, at tryggja virðini hjá fíggingarstovnunum. Føroysku peningarstovnarnir hava gjørt vinnuni greitt at fáa teir ikki veð í aliloyvunum, hava teir torført við at ímynda sær, at teir halda á við at fíggja alivinnuna.
Bólkurin mælir tí til, at veðseting í aliloyvini verður møgulig, so peningastovnar og kreditorar fáa møguleika at veita átrokandi og nøktandi fígging til alivinnuna.