Hillary Clinton sigur, at hon fer at atkvøða ímóti einum uppskoti hjá George W. Bush, forseta um at játta meiri pengar til Irak-kríggið Bush bað mánadagin Kongressina um 196 mia. dollarar ella 1.100 mia. krónur afturat til kríggið í Irak, men uppskotið fær ikki stuðul frá senatorinum Hillary Clinton.
-Forsetin vil hava okkum at játta meiri pengar til hansara miseydnaða politikk. Mítt svar er nei, tí har er eingin ætlan um, nær okkara hermenn koma heimaftur, segði Hillary Clinton í gjár.
Fleiri demokratiskir senatorar hava lagt Bush undir at rinda kríggið í Irak við pengum, sum eru ætlaðir til onnur endamál so sum heilsu- og skúlamál.