Nú siga allar ja

Í gjár eydnaðist tað at loysa ósemjuna millum danska hondbóltssambandið og leikararnar á kvinnulandsliðnum. Í dag hevur venjarin, Jan Pytlick, so fingið at vita frá kvinnunum, at allar eru tøkar til landsliðið.

 

Ósemjan gjørdi, at næstan allar kvinnurnar í landsliðshópinum sýttu fyri at spæla á landsliðnum. Tað noyddi venjaran at manna liðið av nýggjum og við nógvum óroyndum spælarum, men nú eru allar tær royndu viðaftur.

 

Næsta uppgávan hjá landsliðskvinnunum eru tveir venjingardystir ímóti Russlandi seinni í mánaðinum.