Nú ber til at síggja, um tú hevur fingið pengar aftur í skatti, ella um tú skalt gjalda nakað av skatti aftur.
Skattauppgerðirnar fyri 2019 eru nevniliga tøkar at síggja á Borgaraglugganum, og tey, sum hava Mínboks, hava eisini fingið sína skattauppgerð í sín talgilda postkassa har. Tey, sum ikki hava Mínboks, fáa uppgerðirnar við postinum, og hetta verður borið út 6. og 9. mars.
Taks ger á hvørjum ári upp, hvussu nógvir føroyingar hava goldið ov nógvan skatt, og hvussu nógvir hava goldið ov lítið. Uppteljingin kann koma sera væl við hjá summum, meðan hon hjá øðrum kemur minni væl við. Men hjá meginpartinum plagar tað at vera soleiðis, at mann hvørki skal rinda írestandi skatt ella eigur avlopsskatt til góðar.
Eigur mann minni enn 25 krónur til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Og um mann skal gjalda minni enn 100 krónur, verða tær heldur ikki kravdar.
Júst hvussu nógv fólk hava goldið ov nógv í skatti, er ikki greitt enn. Men Taks plagar at koma við fráboðan um hetta fyrst í mars á hvørjum ári, so hetta fáa vit helst at vita skjótt.
Tey, sum eiga skatt til góðar, plaga at fáa pengarnar útgoldnar seinni í mánaðinum.
Men tað ræður um at hava síni viðurskifti í lagi og sjálv/ur kanna eftir, um tað er rætt talt upp. Um mann heldur, at okkurt er skeivt talt upp, skal mann seta seg í samband við Taks og fáa greiðu á hesum.