N! Sælandarar vilja samstarva um aling

Mánamorgunin setti Bjarni Djurholm verkstovuna Open Ocean Aquaculture Engineering á Náttúruvísindadeildini á Fró:skaparsetur Føroya. Fyri fyrstu fer: eru granskarar úr N! Sælandi, USA, Noregi, Skotlandi, Íslandi og Føroyum komnir saman fyri tosa um hvussu aliútger: til har:balin økir kann mennast ví:ari, og hvussu eitt altjó:a samstarv kann fáast í lag

GRANSKING

Verkstovan er komin í lag, tí ta: er ásanna: at akademisku umhvørvini, sum arbei:a vi: at menna aliútger:, eru smá og fá eisini í altjó:a høpi, og ney:ugt er vi: tættum samstarvi innan hetta øki:.
Umframt føroyska luttøku, so eru umbo: frá U.S. Naval Academy og University of New Hampshire, USA, SINTEF í Noregi, granskingarstovnarnar NIWA og Crawthon í New Zealand, Stirling University í Skotlandi og Háskúla Íslands.
At verkstovan er í Føroyum er úrslit av menning og granskingararbei:i, sum Náttúruvísindadeildin hevur framt saman vi: stovnum og virkir í Føroyum og uttanlands seinastu árini. Í 1999 byrja:i Náttúruvísindadeildin mi:víst at menna teldumodellir til at simulera sjóvarfalsráki: á landgrunninum, og var: hetta í stóran mun gjørt vi: atliti til alivinnuna. Í 2002 var: fari: undir at kanna, hvussu streymur ávirkar nótirnar í aliringunum í verkætlan. Hetta var: gjørt saman vi: netavirkinum Vónini og Fiskirannsóknarstovuni vi: fíggjarligum stu:li úr m .a. Vinnuframagrunninum. Vi: stu:li frá Statoilsamtakinum byrja:i í 2002 ein PhD-verkætlan, sum hevur til endamáls at menna eitt aldumodel fyri landgrunnin, og í 2003 ein onnur PhD-verkætlan, sum hevur til endamáls at menna útger: til aling á har:balnum økjum. Harumframt eru fleiri smærri verkætlanir framdar saman vi: m. a. p/f East Salmon, Vónin, p/f Gulin og p/f Fiskaaling.
PhD-verkætlanin, sum Øystein Patursson ger, ver:ur framd í tøttum samstarvi vi: the Open Ocean Aquaculture Programme vi: University of New Hampshire í USA og Náttúruvísindadeildina. Gjøgnum hetta samstarv er samband fingi: vi: a:rar stovnar kring heimin. Eitt av endamálunum vi: verkstovuni er menna eitt altjó:a granskaranetverk, sum fokuserar upp á avbjó:ingirnar, sum eru vi: at flyta alivirksemi út á har:balin økir umframt at menna skráir til at útbúgva fólk til henda partin av vinnuni.
Mánadagin vóru framløgur, t!sdagin var: vitja: á stø:unum hjá Fiskaaling vi: Áir og í Nesvík og eisini hjá Vónini og Havsbrún í Fuglafir:i. Mikudagin ver:a framløgur, tjak og ni:urstø:ur ver:a skriva:ar.
Fíggjarligur stu:ul til verkstovuna er latin av Nor:ur Atlants Samstarv (NORA) og av oljufelaginum Amerada Hess, umframt frá luttakandi stovnunum.