Nøs frá Sky Sports

Teir hildu, at mikrofonirnar vóru sløktar, men tað vóru tær ikki, og so fór alt í luftina, sum teir báðir vioðmerkjararnir hjá Sky Sports søgdu um kvinnuliga linjudómaran, Sian Massey.

 

Onkur burdi fari niður og greitt henni frá rangstøðureglunum, hildu teir báðir.

 

Eg havi tosað við teir og sagt, at vit ikki kunnu góðtaka teirra viðmerkingar, sigur Barnet Francis, sum er stjóri fyri sjónvarpsstøðina.

 

Teir báðir sleppa sostatt ikki at gera viðmrkingar til dystin millum Bolton og Chelsea í kvøld.

 

Verri fyri teir er so, at Sian Massey hevði betri stýr á dømingini enn teir báðir viðmerkjararnir, skrivar Daily Telegraph.