Javnstøðunevndin hevur tikið avgerð í einum máli um mismun vegna farloyvi eftir barnsburð, har pápi kærdi um viðferðina, ið var munandi verri, enn mamma hevði fingið undir somu umstøðum
Javnstøðuevndin hevur álagt Nærverkinum at gjalda samsýning svarandi til fimm vikulønir ? í hesi førinum umleið 45.000 kr ? umframt at arbeiðsgevarin skal gjalda munin ímillum tað, ið pápin hevði fingið eftir vanligum treytum hjá mammum og tað, ið hann fekk goldið úr barsilsskapinini.
Talan var um løntakara settan eftir BLF-sáttmálanum, ið brúkar orðini ?hann? og ?hon? um ávíkavist pápar og mammur, ið vilja sleppa í barnsburðarfarloyvi. Bæði sáttmáli og venja hjá miðfyrisitingini geva pápum nógv verri viðferð enn mammum.
Men javnstøðulógin er greið, allur mismunur vegna kyn í arbeiðstreytum skal beinast burtur, eisini óbeinleiðis mismunir og mismunur í sáttmálum og øðrum treytum, ið víkja fyri ásetingunum í javnstøðulógini. Tí skal BLF-sáttmálin lesast sum at bæði kynini eiga bestu treytirnar.
- Nevndin leggur dent á, at hesin almenni arbeiðsgevarin neyvan er tann einasti ella ringasti, ið brotið hevur javnstøðulógina. Heldur er talan um, at bæði almennir arbeiðsgevarar og løntakarar eru ókendir við arbeiðsmarknaðarreglurnar í lógini og tí ikki hugsa um lógini á starvsfólkamálum, sigur Javnstøðunevndin.
Javnstøðunevnin vónar at kunna vera við at upplýsa um lógina og tryggja, at sum mest verður fyribyrgt og sum mest verður avgreitt í semju, tá ið mismun vegna kyn umræður. Men nevndin vónar eisini, at har brot verða framd á lógina, fara úrskurðir nevndarinnar at vera vegleiðandi um rættarstøðuna.
Til ber at finna hesa avgerðina og aðrar avgerðir í savninum hjá nevndini á
www.javnratt.fo<a> ? vel síðani ?Avgerðir?.








