Marjun Dalsgaard
Tað týdningarmesta, tú skal duga, er, at umseta tað, tú vilt fortelja, so tað tú fortelur, verður tað, tú ynskir at fortelja. Tað krevur, at tú ert opin og altíð hevur antennurnar úti í lívinum og á pallinum. At vera nærver-andi og til staðar í løtuni er eitt grundleggjandi amboð hjá sjónleikaranum, Olaf Johannessen. Á pallinum merkir tað í prinsippinum, at hann aldrin veit, hvat fer at henda.
? Eg veit sjálvsagt, hvat stendur í handritinum, men eg lati aftur fyri tí í tí løtuni, eg spæli. So kann eg taka ímóti tí, sum mín viðspælari ger, og lata tað ávirka mín leik. Eitt gott dømi um hetta er, tá vit spældu Gengangere á Kongaliga Teatrinum. Tá segði Githa Nørby eitt kvøldi, tá vit vóru liðug: "Ja, sådan blev det nu i aften." Tað var tað sama sum kvøldið fyri sjálvandi, men ikki akkurát tað sama, tí vit vóru til staðar. Tað ljóðar kanska banalt, men nærvera er altavgerandi, tí eingin leikur er eins, og eingin áskoðarafjøld er eins. Tað er frustrerandi at hyggja inn í eyguni á viðspælaranum og síggja, at viðkomandi hevur svarið klárt, áðrenn tú hevur sagt nakað - so kann tað jú gera tað sama, hvat tú sigur, sigur Olaf Johannessen.
Tað er somuleiðis týdn-ingarmikið at síggja leikin sum eina heild. At lesa all-an leikin og royna at for-telja hann við einum setn-ingi - so kennir tú kjarnuna í leikinum og kanst siga: Hattar er endamálið, og tað skal mín persónur vera við til skal lýsa ? gera allir leikararnir tað, verður boð-skapurin týðiligari ? og leikurin betri ? tað er tað sama sum við einum fót-bóltsdysti ? hann er best, um samanspælið millum leikararnir er gott.
At merkja áskoðarafjøldina
Nærvera snýr seg eisini um at merkja áskoðararnar. Onkuntíð verður tosað um, at hatta var eitt vánaligt publikum - men tað finst ikki, sigur Olaf Johannessen. Tað er kanska eitt annað publikum, men tað kann ikki vera vánaligt, og har mást tú eisini vera til staðar og merkja, hvar tey eru. Til tíðir seta tey seg afturá, og tað ringasta tú kanst gera tá er at signalera: Hygg eftir mær! Tá skalt tú heldur halda teg aftur, og lata tey koma til tín.
? Eg havi haft ein leiklut, har eg beinanvegin merkti, at áskoðarirnir als ikki dámdu meg. Eg merkti tað bara og visti ikki hví ? fann aldrin útav tí. Hinvegin havi eg havt ein evarska lítlan leiklut í einum leiki, har eg merkti eina øgiliga respons teir fáu minuttirnar, eg var á pallinum - tá visti eg heldur ikki hví - og tað er ilt at siga akkurát, hvussu tú merkir, um fólki dámar tað. Tað er í luftini - hon verður tøtt og dampar av konsentratión, um tú rakar nervan - hvør rørsla verður fylgd 100 prosent av eini 400 áskoðarum - tað er ein fantastisk kensla, at hava beinleiðis samband við so nógv fólk, sigur Olaf og leggur aftrat: Tað er tað besta við at vera sjónleikari - og so er tað eisini stuttligt at billa fólki inn, at mann er ein annar enn mann er. Men tað gert tú bert á pallinum - summi fólk verða ótrygg, um tú sigur, at tú ert sjónleikari. Tey halda, at tú spælir sjónleik alla tíðina, men soleiðis er tað als ikki.
Føddur leikari
Sum barn var Olaf við pápanum í Sjónleikarahúsinum og hugdi meðan tey vandu. Kvøld eftir kvøld eftir kvøld. Hann kundi sita har og tiga í tímar - hugtikin av at síggja hvussu leikarirnir kundu siga eina søgu við at brúka seg sjálvar. Í dag sigur hann, at hann altíð hevur vitað, at hann vildi vera sjónleikari men hevði ongar ætlanir um tað, fyrr enn hann var eini 17-18 ár. Hann var tá farin í læru hjá SHJ, og eina tíð var hann ljósmaður í Sjónleikarahúsinum. Hann var eisini sangari í einum orkestri í Havn og hevur sum heild aldrin kunna havt gittara hond uttan at skula spæla, at hann var Louis Armstrong.
Avgerðina um at fara sjónleikaraleiðina tók Olaf eftir at hava spælt við í tveimum leikum hjá Grímu. Fyrsti leikurin, hann var við í, var Haturfuglar. Stutt eftir tað spældi hann høvuðsleiklutin í Skógardrongurin. Hann helt, at hetta var sera stuttligt og gjørdi av, at royna seg sum sjónleikara. Hann var 21 ár, tá hann byrjaði á skúlanum, og tað var ein heilt onnur mentan, enn hann var vanur við.
? Eg var skelkaður tá eg kom á skúlan. Tey vóru so annaleiðis - og so vóru tey nógv eldri enn eg - onkur var 12 ár eldri enn eg. Eg kendi meg óvitandi og naivan - lítlan - helt, at tey høvdu betur bakgrund enn eg, og eg legði meg eftir at vera líka sum tey. Inntil ein lærari segði við meg: Olaf, tú má finna útav, hvar tú kemur frá, tí tað er har, tú skalt hoppa frá. Tá gekk tað upp fyri mær, at alt hitt var bara postulat - tú kanst ikki lata sum um, at tú ert ein annar enn tú ert tí í frásetingini til allar leiklutir, skal tú brúka teg sjálvan, sigur Olaf Johannessen.
Hann heldur, at hann helst hevur lært nógv tey mongu kvøldini, hann sat í Sjónleikarahúsinum. Tað er tikið inn og goymt, uttan at hann hevur hugsað um tað tá. Í heila tikið hevur hann góð minnir frá Sjónleikarahúsinum, har hann fekk sína fyrstu unnustu.
- Eg gekk í fyrsta ella øðrum flokki, og so bjóðaði eg henni og nøkrum øðrum floksfeløgum oman í Sjónleikarahúsið - at hini skuldu við, var bara eitt skálkskjól, so sluppu vit at spæla har og royndu hesar spennandi búnarnar uppi á balkongini og sovorðið - tað riggaði, eg fekk hana, fortelur hann.
Gloymdi at fara á pallin
Sum sjónleikari hevur Olaf Johannessen roynt eitt sindur av hvørjum. Einaferð kom hann ikki á pallin. Hann skuldi inn trýggjar ferðir, men triðju ferð sat hann og prátaði og gloymdi tíðina. So ljóðaði tað í hátalarunum: Olaf Johannessen til scenen omgående, men tá hann náddi fram, var tað ov seint, og hini høvdu so klára seg uttan hann tað kvøldið. Eina aðru ferð stakk hann av óvart sín viðspælara í lærið við einum svøri.
? Tað var forferdiligt. Hann mátti á skaðastovuna, og framsýningin varð sjálvsagt støðga. Vit áttu at hava hesar plastikkdubbarnar á, men tað hildu vit vera so keðiligt - hildu ikki, at tað sá nóg farligt út, so vit spældu alla tíðina uttan - tað kundi verið endað við einari reiðiligari vanlukku, sigur hann. Spurdur um bestu upplivingar á palli, hevur hann ilt við at geva nakað serstakt dømi - tær eru so nógvar, men hann nevnir tó fyrstu ferð, hann fekk hol á ein leiklut. Tá hevði hann arbeitt sum sjónleikari í tvey ár og varnaðist fyri fyrstu ferð veruliga, hvussu stuttligt tað kann vera at spæla sjónleik.
? Tað er ringt at siga frá, men tað var sum um, at hol kom á okkurt. Eg kendi, at eg veruliga var hesin persónurin - skilti hann - eg hevði havt aðrar leiklutir, men tað var líkasum bara eitt spæl í mun til hetta. Her fekk eg veruliga persónin inn undir húðina og var hann, sigur Olaf Johannessen. Umstøðurnar vóru serligar, og hetta var eitt dømi um, at alt gongur upp í eina hægri eind onkuntíð. Aldur, royndir, tíð og so framvegis. Tað var ein rættuliga barskur leiklutur, ein ungur maður, sum hevur dripið tvey fólk og síðan sett tey í eina kavafonn arm í arm - leikurin snúði seg um átrúna og sálarfrøði.
- Tá er tað jú, at tú má leita okkurt heilt annað stað í tær sjálvum og nýta hugflogi - hvørjar kenslur í tær, kanst tú føra yvir á støðuna hjá hesum persóninum, og hvussu hugsar hann - hvussu gevur tað meining fyri hann, tað sum hann ger, sigur Olaf Johannessen.
Tað finnast ikki lítlir og stórir leiklutir - tú skalt arbeiða eins nógv við einum persóni, sum er stutt á pallinum, sum einum, ið er leingi á pallinum. Hinvegin er tað av sera stórum týdningi, at persónurin, sum tú skal spæla hevur nakrar síður, sum tú kanst kenna aftur. Tú má vera førur fyri at skilja kenslurnar hjá honum fyri at kunna brúka tann partin av tær, sum skal forma hendan persónin og hansara reaktiónir. Tá brúkar tú tínar egnu royndir - alt títt lív, tínar egnu kenslur, men eisini hugflogið til at skapa ein samanhang í persóninum. Um tú sum í hesum førinum skal spæla ein persónur, sum hevur dripið, kanst tú jú ikki brúka tínar egnu royndir, men tú kanst royna at skapa ein samanhang í hansara gerum, og soleiðis skilja hann.
Skilja millum privat og leik
Tá leikurin kemur so tætt uppá, skal tú ansa eftir at halda markið millum teg sum persón og leiklutin, tú spælir. Onkuntíð er ringt at sleppa persóninum, sum tú hevur spælt. Tað merkir, at um tú spælir ein illur persónur, ert tú illur, tá tú kemur heim.
- Eg havi havt tað soleiðis trýggjar ferðir, tann eina ferðin var júst hesin ungi maðurin, sum var mítt fyrsta gjøgnumbrot. Eg megnaði ikki at halda markið millum meg og leiklutin. Tað snýr seg um, at tú ikki skalt hava kenslurnar, sum tín leiklutur krevur, men siga: Hesar kenslurnar í mær eru tøkar til tann leiklut, sum eg skal spæla - tað sýni eg fram, uttan at tað verður privat, tí tú stýrir leiklutinum og ikki umvent, sigur Olaf Johannessen.
Sum dømi tekur hann, at sjónleikarar ofta fella fyri hvørjum øðrum, tá teir spæla kærleiksleikir saman:
? Tá er tað, at kenslurnar broytast frá at vera sjónleikur til at verða persón-ligar kenslur - og so sita áskoðarirnir bráddliga og hyggja eftir nøkrum, sum er privat og puff! So er allur spenningurin vekk, og so doyr tað. Jú nærri tú kemur at tínum viðspælara uttan at nerta við hann kensluliga, jú sterkari verður spenningurin á pallinum.
Forholdið til viðspælaran er sum eitt parforhold. Onkuntíð er kemiin har beinanvegin - tað klikkar bara. Aðrar tíðir skalt tú arbeiða fyri at fáa hana fram, og onkuntíð er hon ikki til staðar og kemur heldur ikki. At vera ein partur av einum leiki er í heila tikið sum at vera partur av eini familju.
? Í fyrstani órógvaði tað meg nógv, at verða so tætt knýttur at einum bólki og brádliga skiltust vit, tí sýningarnar vóru lidnar - men í dag er tað ein náttúrligur partur av tí. Tað er av stórum týdningi at tú kennir tey væl, sum tú arbeiðir saman við ? um eg ikki havi arbeitt saman við leikstjóranum fyrr, brúki eg eins nógva tíð uppá at lære hann at kenna, sum eg brúki uppá mín egna leiklut. Hinvegin skalt tú helst ikki kenna teg alt ov tryggan, tí so doyr tað, sigur Olaf Johannessen. Hetta sum doyr og livir og er har onkuntíð og onkuntíð ikki - tað er ringt at seta orð á. Men orð sum til dømis nærvera og ótryggleiki kunnu lýsa tað - umringja tað, so tú fær eina hóming av, hvat tað snýr seg um.
Neyðugt við ótrygd
Ótryggleiki er góður fyri menningina. Fyri at umstøðurnar ikki skulu verða alt ov tryggar, hevur Olaf Johannessen tey seinastu fýra árini verið í farloyvi trýggjar mánaðir um árið, og hevur tá arbeitt aðrastaðni. Eisini orsaka av hesum hevur hann í fleiri ár hugsað um at siga seg úr starvið á Kongaliga Teatrinum, men kundi ikki reiðiliga fáa seg til tað. Í fjør var hann so uppsagdur, og tað var eitt hart slag.
? Sum ein gamal bittur sjónleikari segði einaferð - alt er fáfongd. Eg var skelkaður, og tað var eitt øgiligt slag, men tað var nokk mest eitt slag fyri mína fáfeingiligheit - eg hevði jú ætlað at siga upp fleiri ferðir - eg ergraði meg yvir, at eg ikki var farin sjálvur - áðrenn - sjálvandi, tað er aldrin stuttligt at verða koyrdur, sigur Olaf. Nú gleðir hann seg tó til nýggjar avbjóðingar og sær tað sum eina frígerðing, at skula gera nakað annað.
? Nú verði eg tvungin til at finna mín egna eld. Tað Kongaliga Teatri hevur givið mær nógvar góðar avbjóðingar, men ofta vera leiklutirnir deildir út, tá tú ert í føstum starvi, so tú hugsar ikki so nógv um, hvat tú kundi ynskt tær at arbeitt við. Tú fær ein leiklut og so hugsar tú: Aha, hattar sær áhugavert út og ikki umvent. Kanska tað ger, at tú steðgar eittsindur upp - men hattar er ein luksustrupulleiki, leggur hann aftrat. Hann gleðir seg til at fara undir nýggjar avbjóðingar uttanfyri teir kongaligu múrarnar og er sera fegin um heiðurslønina, sum hann hevður fingið.
? Tað er eitt herðaklapp og eg eri sera fegin um tað - serliga tí tað kemur frá mínum starvsfeløgum, og tað hevur stóran týdning fyri meg, at teir viðurkenna mítt arbeiði, sigur hann. Hartil er tað sera gott fyri sjálváltið, og ein sjónleikari uttan sjálvsálit er einki verdur, sigur Olaf Johannessen.
Næstu ferð hann er á palli verður á Mammut Teatrinum. Nú er so ferðin byrjað inn í eina ótryggari men vónandi mennandi sjónleikaraverð.
??????????
Blá bók
Olaf Heine Johannessen
Føddur: 08.07.1961
Debut: Á Dr. Dante 1984
Úbúgvin á sjónleikaraskúlanum í Odense:1986
Århus Teater: 1986-1994
Det Kongelige Teater: 1994 til 2004
Á Kongaliga Teatrinum hevur Olaf Johannessen millum annað verið við í leikunum Richard III, Livet er en drøm, Engle i Amerika I og II, Prinsen af Homburg, Kjartan og Gudrun, Jesus, Menneskereden, Fønikerinderne, Det? skam hun er en mær, Fostbrødrene, Ci-vi-li-sa-tion, Gengangere, Sparekassen, Urene hænder, Celestina, Lyden af skyer og Den stundesløse. Á Århus Teater var hann millum annað við í Hamlet, har hann hevði høvuðsleiklutin, Roberto Zucco og Gengangere. Har umframt hevur Olaf Johannessen verið við í I hired a Contract Killer á Mammutteatret og Dæmonernes port á Odense Teater, eins og hann var við í Morten Korch sjónvarpsrøðini á TV2.
?????????
Frá Olaf til Olaf
Olaf Johannessen fekk 28. apríl 2004 handað virðislønina Olaf Poulsens Mindelegat. Virðislønin, sum er 30.000 krónur verður hvørt ár latin einum sjónleikara, sum hevur gjørt serliga vart við seg, av nevndini Olaf Poulsens Minde. Forkvinna í nevndini er sjónleikarakvinnan Kirsten Olesen, harumframt eru millum annað sjónleikarakvinnan, Sonja Oppenhagen og Peter Thygesen, journalistur á Politiken við í nevndini.
Olaf Poulsen Minde er grunnur settur á stovn til minnis um sjónleikaran Olaf Poulsen (1858-1923). Olaf Poulsen var kendur fyri sínar tulkingar av Holberg, og var størsti danski sjónleikarin í sínari samtíð.
Í grundgevingini umrøddi Peter Thygesen millum annað leikin ?Nei?, sum júst hevur gingið, har Olaf Johannessen spældi leiklutin sum klokkarin Link: "Din verdensborger Link er både naiv og indtagende; han bliver med dig frierkomediens centrale figur, en slapstic-skikkelse, der serveres med overbevisende timing, musikalitet og underlivet skudt godt frem, for nu skal der fries til den underskønne Sofie, der dog kun kan sige ?Nej?. Men da han til sidst fremstår med både hængerøv og stor selverkendelse, holder vi med ham og synes egentlig, at han havde fortjent en bedre skæbne. Nu venter kun Klokkeværket i Grenaa. Det er umanerligt morsomt - og en skarp kontrast til din mere karske og romantiske rolle som Vilhelm i Heiberg aftenens anden forestilling De nygifte"