Eingin ivi er um, at Ulrik Wilbek er ein tann besti landsliðsvenjarin í hondbólti nakrantíð, um so talan er um kvinnur ella menn. Men sum hjá so nógvum litríkum fólkum, so kann tað skjótt kóka yvir hjá Wilbek eisini. Wilbek var dansandi óður um tær báðar síðstu útvísingarnar, og um brotskastið, sum Ísland fekk í evstu løtu, sum førdi til javnleik 32-32. Fyrst fór Wilbek skúmandi avstað eftir teimum svensku dómarunum, sum hann ákærdi fyri at hava stjolið sigurin frá dønum, við at døma brotskast til Ísland í síðstu løtu. Eftir hetta vildi hann hava hendur á Arnór Atlason, sum Wilbek metti hevði verið ov óregluligur í sínum spæli. Guðjón Valur Sigurðsson royndi at taka í hondina á Wilbek, men Wilbek vildi ikki rætta honum hondina. Sigfús Sigurðsson kom eisini uppí keglið, og nøkur hørð orð vóru útvekslaði. Men tá ein løta var farin, var Wilbek somikið sissaður, at hann tók í hond Guðjóns, tá hesin hevði viðtalu við íslendska Fréttablaðið. Danmark og Týskland spæla í morgin kl. 12, føroyska tíð. Tapir Danmark, og vinnur Russland á Suður-Korea, so er Danmark úti av OL-kappingini. Ulrik Wilbek hevur ikki verið í nøkrum endaspæli, sum venjari uttan at hava vunnið gull, silvur ella bronsu.