Nærum hálv millión at klæða og mála løgtingshúsið

480.000 krónur. So nógv kostar tað at hampa um gomlu løgtingshúsini í summar. Gamli bygningurin, tað vil siga bygningurin har tingsalurin heldur til, skal nevniliga hava nýggja klædning.


Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, upplýsir, at fýra tilboð vóru komin, tá freistin at bjóða upp á arbeiðið var úti.


- Fýra tilboð vóru upp á arbeiðið, og var tað sp/f Bogi Hermansen, ið átti lægsta boð og fekk arbeiðið. Vinnandi boðið var 480.000 krónur uttan MVG.


Talan var um væl tað lægsta boðið. Løgtingsstjórin upplýsir nevniliga, at hægsta boðið var 742.889 krónur, meðan hini bæði vóru 630.000 krónur og 685.000 krónur.


Løgtingsstjórin upplýsir, at arbeiðið inniber at taka gamla klædningin burtur, og klæða og mála húsini av nýggjum. Ætlanin er eisini, at húsini framhaldandi skulu vera hvít, sum tey hava verið síðani umbyggingina í 2000.