Nærum 20 ár í Sankta Frans Skúla

Í gjár var móttøka fyri Selmari Jacobsen, í samband við at hann nú fer frá fyri aldur sum skúlastjóri í Sankta Frans Skúla.

 

Selmar Jacobsen hevur verið settur sum tænastumaður og tí fellir hann nú fyri aldursmarkinum, tá hann fyllir 67 ár.

 

Selmar Jacobsen byrjaði í Sankta Frans skúla í 1997, so í summar eru 20 ár liðin, síðani hann hevði sín fyrsta dag í skúlanum.

 

Sjálvur metir hann, at tað eru yvir 800 børn, sum eru farin gjøgnum skúlan, hesi 20 árini hann hevur verið skúlastjóri. Tað ganga okkurt um 20 børn í hvørjum flokki, so hvørt av hesum 20 árunum eru yvir 40 børn farin úr 7. flokki og tí úr skúlanum. Umframt hesi skulu teljast øll tey, sum eru givin á skúlanum áðrenn tey fóru í 7. flokk, og tey, sum í løtuni ganga í 1. til 6. flokk.

 

Selmar Jacobsen hevur verið sera væl umtóktur sum skúlastjóri og lærarar á skúlanum siga, at børnini hava sæð hann sum ein góðan abba, sum gongur um á skúlanum.

- Mínir næmingar søgdu, at teir gleddu seg, til hann kom aftur at taka onkrar vikartímar, segði ein lærari.

 

Selmar Jacobsen tók læraraprógv á Føroya læraraskúla í 1980 og fór haðani í starv sum fyrstilærari í Viðareiðis skúla, har hann var líka úr 1980 til 1997. Tá tók hann við sum skúlastjóri í Sankta Frans Skúla.

 

Aslaug Olsen byrjaði í dag í starvinum sum skúlastjóri í Sankta Frans.