Sannur hátíðardámur var í dag, tá nýggja navnið, búmerkið og heimasíðan hjá fyrrverandi Heimarøktini og Serforsorgini varð avdúkað, og vinnararnir av kappingini um nýtt navn til framtíðar felags stovnin vórðu kosnir.
Stovnarnir høvdu gjørt av at gera eitt sindur eyka burturúr avdúkingini, og nógv starvsfólk og brúkarar vóru møtt upp at heiðra vinnararnar, og sjálvsagt eisini nýggja samleikanum og hugtakinum, sum øll innan økið skulu venja seg við framyvir.
Tí nú skulu starvsfólk og borgarar einans fyrihalda seg til ein stovn, sum kann veita allar tænasturnar, ið higartil hava verið veittar av fimm stovnum.
Ein stovnur framyvir
Aftaná vakra tónleikaframførslu frá Sólvá Ford og Arnold Ludvig tók Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálum, orðið, og hann avdúkaði nýggja navnið og búmerkið hjá Heimarøktini og Serforsorgini.
Hann segði eitt nú, at dagurin í dag er ein søguligur dagur fyri stovnin, sum higartil hevur itið Heimarøktin og Serforsorgin. Stovnurin er nógv tann størsti stovnurin undir Almanna- og Heilsumálaráðnum, við sínum umleið 1.400 starvsfólkum.
- Flest allir borgarar fáa onkuntíð í lívinum tænastur frá Heimarøktini og Serforsorgini, tað verið seg sum barn, vaksin ella eldri, tað verið seg í styttri ella longri tíðarskeið. Og tey eru ikki so heilt fá, sum fáa tænastur frá Heimarøktini og Serforsorgini meginpartin av lívinum, segði landsstýrismaðurin millum annað. Og hann greiddi frá, at stovnurin framyvir skal geva eina fatan av at vera ein stovnur við einum yvirskipaðum endamálið, ið er at veita borgarum eina góða tænastu, sum altíð tekur støði í hvønn tørv á hjálp ella stuðli tann einstaki hevur.
Eitur nú Nærverkið.
Jóanes N. Dalsgaard, leiðari fyri Trivnaðartænastuna greiddi, vegna dómsnevndina, frá um kappingina.
- Inn komu 388 uppskot, og 189 fólk luttóku í kappingini. Hetta boðar í sjálvum sær frá, at kappingin hevur verið væleydnað, tí ein partur av endamálinum var at fáa fólk at vera virkin í tilgongdini at finna eitt nýtt navn.
Dómsnevndin valdi trý nøvn til vinnarar av kappingini, 1. Nærtænastan, 2. Heima(heilsu)verkið og 3. Umsorg. Nøvnini eru vald út frá tí, at tey skulu kunna nýtast víðari, tá ið Heimarøktin og Serforsorgin skulu navngevast av nýggjum. Tey, sum vunnu vóru 1. virðisløn:
Nærtænastan - Eydna Justinussen - 15.000 kr.
2. virðisløn: Heimaheilsuverk - Høgni Mohr - 10.000 kr.
3. virðisløn: Umsorg - Marin Elisabeth Haraldsen, Jens Marius Hentze og Høgni Mohr - 5.000 kr.
Grundgevingarnar hjá dómsnevndini at mæla landsstýrismanninum til at navngeva stovnin NÆRVERKIÐ vóru, at nærverkið skilur seg frá øðrum almennum tænastum, við tað, at skipanin veitir tænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Nærverkið kemur til borgaran, har hann býr ella livir og veitir eina tænastu. Og navnið gevur Nærverkinum sítt egna pláss millum Heilsuverkið og Almannaverkið.
Í samband við orðið Verk, verður víst til eina yvirskipaða eind, har dómsnevndin hevur valt endaliðin í navninum at vera <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$verk. Endingin gongur aftur í heilsu- og almannaverkinum.
Kenna seg aftur
Regin Johansen, sum er virkandi stjóri fyri Nærverkið, segði, at tey leggja dent á eitt felags heiti og búmerki, sum øll starvsfólk kunnu kenna seg aftur í.
- Soleiðis vil leiðslan styrkja samskipanina av øllum tænastunum, sum Nærverkið bjóðar. Endamálið er at veita borgarunum eina enn betri tænastu. Fyri at hetta skal eydnast, er tað avgerandi, at øll sum arbeiða í Nærverkið kenna seg at arbeiða fyri ein og sama stovn og við einum og sama endamáli.
Lógvatak til búmerkið
Lýsingarfyritøkan Sansir hevur gjørt búmerki og grafiskan samleika til Nærverkið.
Búmerkið ímyndar hendur, ið taka lógvatak. Sambært Sansum, er virðið handan myndina at geva og fáa ein felags ímynd av arbeiðinum og hugburðinum hjá ymsu starvsbólkunum í Nærverkinum. Fakbólkarnir hava felagsnevnaran at stuðla, menna og hava umsorgan fyri familjum og einstaklingum, frískum og sjúkum, yngri og eldri.
Í yvirførdum týdningi kann búmerki leiða tankarnar á Yin og Yang, sum í kinesisku filosofiini ímyndar eina heild. Nærverkið kann skapa eina heild í lívinum hjá mongum menniskjum, sum onkursvegna tørva hjálp ella stuðul fyri at fáa meiningsfulla tilveru.
Formurin hjá búmerkinum umboðar rørslu, dynamikk og smidleika. Væl defineraði men samstundis bleyti formurin ber boð um professionalismu og menniskjalig virði.
Litirnir á búmerkinum eru grønt og reyðgult. Grønt er seriøst, tað umboðar gróður og lív. Reyðguli liturin hóskar væl til tann grøna, hann er sprellfrískur og ger búmerkið lætt at kenna aftur. Saman gera litirnir búmerkið frískt, heitt og eyðkent.
Skriftin nevnist NEO SANS. Hetta er ein spildurnýggj, modernað skrift, sum kortini er klassisk. Samstundis sum hon er frísklig, so er hon varandi, og tað er sera umráðandi eginleiki við einum búmerki. Skriftin hevur ongar føtur og hevur rundar kantar. Tað stuðlar upp undir nærleikan, sum liggur í navninum. Bogi Henriksen, hevur teknað nýggja búmerkið hjá Nærverkinum.
--
Fakta:
Nú stovnurin hevur skift navn til Nærverkið hava allar deildirnar undir stovninum fingið nýggj heiti. Hetta verður gjørt fyri at skapa eina betri fatan av stovninum sum eina heild.
- Heimarøktin eitur nú Heimatænastan
- Serstovnadeildin eitur Trivnaðartænastan
- Heilsufrøðiskipanin eitur Barnatænastan
- Stuðulsskipanin fyri vaksin og Deildin fyri sinnisveik eru lagdar saman og hava fingið heitið Stuðulstænastan.
--
Fakta:
Samstundis sum arbeitt hevur verið við navni og grafiskum samleika, er ein heimasíða gjørd. Heimasíðan var eisini latin upp í sambandi við hátíðarhaldið mánadagin. Bústaðurin er www.naerverk.fo.
--










