Nærmynd av Niger

Studentahjálparfelagsskapurin Operatión Dagsverk fer hetta skúlaárið at stuðla afrikanska landinum Niger. Í hesum sambandi vóru umboð fyri høvuðsskrivstovuni hjá felagsskapinum í Niger í juli mánaði, har tey í tvær vikur hava vitjað landið í samband við nýggju OD-kampagnuna

Operatión Dagsverk

Annika Hedegaard Isfeldt

 

___________________________

 

 

 

23. juli

Í dag var fyrsti dagur í Kaima – ein dagur við stórum upplivingum.

Vit eru býtt upp í tríggjar bólkar, sum í eina viku skulu vitja hvør sína bygd fyri at gera okkum eitt inn­trykk av gerandisdegnum og ment­anini her. Í okkara bygd, Kaima, búgva fólka­sløgini hausa og fulani síðu um síðu og hetta hevur mang­­an elvt til trupulleikar.

Undir eini samrøðu við læraranum í bygdini, kom sonurin hjá fulanileiðar­an­um ein túr framvið og bjóðaði okkum til navna­seremoni. Tá ið vit komu til fulanibygdina, vóru øll sera gestablíð og glað um, at vit vóru komin. Unga vakra mamman bjóðaði okkum inn í smáttu sína fyri at síggja nýføddu, lítlu, rukk­utu gentuna. Hóast unga aldurin, hevði mamman longu trý smá børn at taka sær av.

Fólkavøksturin í Niger er tann størsti í heiminum (3,3% um árið) og kvinn­urnar fáa her í miðal 9-12 børn. Tað er lívsneyðugt at eiga nógv børn herniðri, so man altíð hevur onkran at hjálpa sær í tí dagliga arbeiðinum og kanska eisini tekur sær av einum, tá ið man verður gamal. Tá ið imam­urin var komin fram til smáttuna, fóru allir menn­irnir saman yvir til nakrar hyttur, har sjálv navna­seremoniin var. Kvinn­um er ikki loyvt at vera við til hetta, so vit vóru tí eftir hjá ungu mammuni og bíðaðu spent eftir at hoyra hvat navn, imamurin hevði valt til ta lítlu gentuna.

Tá ið vit søgdu ungu mamm­uni farvæl fyri at fara heim til døgurða, segði tulkur okkara, sum hevði verið við til navna­sere­moniina, henni navnið hjá lítlu gentuni. Hon flenti hart – hetta var nokk ikki júst navnið, hon hevði viljað givið dóttur sína.

Í einum landi, har tað nærum ongantíð regnar, steðgar alt upp, tá ið regnið so endiliga kemur. Hetta sóu vit, tá ið vit seinni um kvøldið komu aftur fyri at luttaka í navnaveitsluna. Nógvir gestir vóru longu farnir til hús og fólkini í lítlu bygdini sótu nú saman og taldu gávurnar upp. Sjálvi høvdu vit tikið sápu við fyri 3000 CFA (30 kr.) sum gávu til mammuna. Eg hevði havt eitt ynski um, at vit skuldu keypa teimum okkurt meira enn hetta, men ein innføddur hevði greitt okkum frá, at sápa fyri 30 kr var ein fín gáva. Tá ið vit góvu gávuna, mátti eg eisini ásanna, at hann nokk hevði havt rætt - øll jublaðu so nógv, at vit næstan vórðu illa við av hesum. ”Evropa bjargar heiminum, Evropa bjargar okkum øllum” róptu tey aftur og aftur – og so byrjaði ballið aftur fyri at vísa stóra taksemi teirra. Sjálvandi skuldu vit gentur vera við til at læra nigerskan dans og royna allar prýðislutir teirra. Tey vóru so ivrig, at vit næstan ikki mundu sloppið avstað aftur.

 

24. juli

Klokkan var ikki meira enn farin av fimm í morgun, tá ið Jon, sum er journalist­praktikantur hjá Care, vakti meg. Hóast vit seinastu dagarnar eru vaknaði rætti­liga tíðliga av nógvu morg­un­ljóðunum, men hetta var so fyrsti dagur, vit vórðu noydd til at fara eins tíðliga upp og niger’arir, tí vit skuldu út til Kaima fyri við okkara egnu eygum at síggja, hvussu ein morgun sær út har.

Tá ið vit komu út til bygdina var klokkan farin av seks og ferð var longu á øllum í bygdini – einki eitur at sova leingi her; man fer upp, tá ið sólin kemur upp og man leggur seg, tá ið sólin fer niður. Tey hava einki elektrisitet og sovitíðin fylgir døgnrytmuni hjá sólini. Sum tann kvinnu­for­kemparin eg nú einaferð eri, tók eg mær stundir til at hava nakrar morgunsam­røður við kvinnur í fleiri aldrum um serstøku viður­skifti teirra. Í Niger vita allar kvinnur, at pláss teirra er í heiminum og arbeiði teirra er at passa og verja familjuna. – Eg hevði verið eydnuríkasta kvinnan í heiminum, um eg orkaði at taka mær av manni og børn­um mínum, men soleiðis er veruleikin her tíverri ikki. Eg noyðist at arbeiða hart allan dagin og havi ongantíð frí – uttan tá ið eg sovi. Arbeiði er fyri meg bert ein náttúrligur partur av lívinum.

Eftirmiddagin brúktu vit aftur saman við læraranum í skúlanum. Hesa ferð hevði hann tikið nakrar næmingar við, sum vit sluppu at práta við um skúlagongdina og teirri dreymar um fram­tíðina. Tað er áhugavert at síggja, hvussu øðrvísi skúlabørnini eru í mun til hini børnini í bygdunum, sum ikki sleppa at ganga í skúla. Munurin á teimum skúlaðu og teimum óskúl­aðu børnunum er m.a., at tey fyrstnevndu eru meira skikkilig, duga franskt og har afturat hava tey eisini lært um heilsu og etikk. – Eg vil vera lærari, segði ein 11-ára gamli drongur. – Eg vil brúka mína vitan og eisini hjálpa øðrum at læra okkurt, tí tað er tað týdn­ingarmiklasta í lívinum. – Tað vil eg eisini, segði ein annar og áðrenn samrøðan var av, høvdu allir hinir dreingirnir eisini gjørt av, at teir sjálvandi vildu vera lærarar.

 

25. juli

- Vit hava nú skilt týdningin av skúlagongd, segði fulani­leiðarin, tá ið hann varð spurdur um, hvussu hann sá upp á skúlan. Skúlin hevur bæði givið børnunum nógva vitan, umframt at hann hevur styrkt um sambandið millum fulaniararir og hausaririr.

Tað tykist ei heldur sum, at eins stórir munir eru á hausa og fulanibørnunum og tað hevur verið áður – fulanibørnini droyma í øllum førum eisini øll og um at gerast lærarar... Næst­an for gott til at vera satt – hvør tímir at vera lærari? ;)

Fyri at síggja eina aðra síðu av Niger, fór eg seinnapartin saman við Jon frá Care til eina lokala heilsuklinikk. Jon var har sjálvur um morgunin, har hann við egnum eygum sá máttloysi í eygunum hjá læknanum, tá ið hann enn eina ferð noyddist at stað­festa, at hann heldur ikki í dag fekk hjálpt øllum teimum stúrandi mammun­um og grátandi børnunum. Í 2007 gjørdi nigerska stjórn­in í samstarv við Uni­cef eitt nationalt heilsu­programm, sum førdi við sær, at man fór at byggja klinikkir kring landið fyri at betra um ringu heilsu­umstøðurnar. Hóast hetta hevur gjørt ein stóran mun, manglar enn nógv at verða gjørt fyri at gera ein muna­góðan bata – ikki eru nóg nógvir læknar og útbúgv­ingarstøðið sum heild má verða nógv hægri, um vend skal koma í. Meðan vit sótu og tosaðu við yvirsjúkrarøktarfrøðingin á klinikkini, kom ein pápi knappliga renn­andi við lítla soni sínum, sum var sera sjúkur av malaria. Eyguni trillaðu runt í høvdinum á honum uttan at kunna fokusera og samrøðan hjá okkum varð avbrotin eina løtu. Sjúkra­røktarfrøðingurin gav hon­um eina sproytu og nakrar tablettir og lovaði, at drong­urin fór at hava tað nógv betri í morgin – fyri einum ári síðani hevði eitt tílíkt lyfti ikki verið møguligt at givið her.

 

26. juli

Síðsti dagur í Kaima – tað er faktiskt nokkso syrgiligt, at vit nú skulu heim aftur.

Vit hava verið úti í bygd­ini fyri at siga farvæl við nýggja heim og nýggju afrikansku vinum okkara. Vit høvdu gávur við okkum til øll tey, vit hava tosað við og eru komin at kenna seinastu dagarnar. Tey vóru øll sera takksom og ein kvinna bjóðaði okkum eina hønu fyri at vísa takksemi sítt.

At læra nakað av einari mentan at kenna, sum er so nógv øðrvísi enn heima, er nakað, man bert sjáldan fær møguleika fyri. Hóast stóra fátækradømi eru øll so gestablíð herniðri. Tað hevur verið so lætt at falla til, at tað virkar ordiliga løgið at skula avstað aftur longu til Maradi.

 

28. juli

Eg haldi, eg eri blivin eitt sindur sjúk... Tað er sum, at vit øll frá OD-sekreteria­tinum skulu ígjøgnum eina sjúkraperiodu – vit taka hvør sítt tørn. Fleiri mánaðir eru farnir, síðan heystað var herniðri og tískil eru nógvar bakteriur í matinum – og hetta tola okkara vestur­lendsku búkar ikki serliga væl, sær tað út til.

Eg varð illa fyri í gjár­kvøldið og varð tí verandi eftir á hotellkamarinum hjá okkum, har streymurin var farin fyri 117. ferð. Batt­arí’ini í lummalyktini hjá mær blivu brúkt upp í Gabi og eg var tí noydd at liggja einsamøll í myrkrinum alt kvøldið í einari vemmiligari song við einari rúgvu av vemmiligum smáum djór­um, meðan eg bíðaði í fleiri tímar eftir, at streymurin skuldi koma aftur. Hóast streymurin fer fleiri ferðir dagliga, eru tey lokalu so von við hetta, at tey ikki irri­terast um tað longur. Tvørt­urímóti er tey takksom fyri at hava streym yvirhøvur.

Tað verður deiligt at sleppa burtur frá hesum vemm­iliga hotellinum og koma aftur til Niamey í morgin. – Men at kalla hetta eitt hotell er kanska at gera í so nógv av. Í veru­leikanum líkist tað onkrum úr einum vánaligum b-gysarafilmi; hurð­arnar kunnu ikki steingj­ast, so fólk koma vassandi inn um náttina í tíð og ótíð, WC’ini kunnu ikki skola niður, air­condtionin regnar í spannir fleiri staðni, lítil djór koma úr brúsuni – eg kundi blivið við.

 

31. juli

Síðsti dagurin í African land er komin. Eg haldi ikki ordiliga, eg havi skilt, at vit skulu heim enn… Vekk frá tropiska hitanum og aftur til danska regnið – ella; eg hopi, tað regnar í Danmark! Eftir 45 hitastigini herniðri og konstant at stinka av sveitta, hopi eg innarliga, at tað antin regnar – ella enn betri; kavar – í Danmark.

Seinasti fundur okkara var í dag við ein menni­skja­rættindisbólk, sum Dan­mark hevur verið við til at seta á stovn. Hóast fundurin var sera áhugaverdur, kend­ist tað týðiliga á okkum úr OD-bólkinum, at vit nú vóru um at troyttast av fundum eftir at hava verið til sovornar at kalla hvønn dag herniðri í yvir tvær vikur. Tað var ringt at halda fokus og føra eina intelli­genta samrøðu, tá ið man eftirhondini at við at detta um av møði.

 

28. august

Nú er tað longu næstan ein mánaði síðani, vit komu heim úr Niger – tað er rætti­liga løgið at hugsa um.

Hóast eg upplivdi meira í hesar 16 dagarnar, enn eg nakrantíð havi gjørt áður í lívinum, hevur tað verið ringt at rúma øllum hesum upp­livingum sum eina heild.

Í veruleikanum skuldi eg kanska helst enda við at skriva okkurt um, hvussu nógv klókari eg eri blivin upp á heimin og lívið og sett spurnartekin við, hvussu nógv lukkuligari vit í eru í Evropa í okkara modernaðu samfeløgum við allari okkara nýggjastu tøkni. Men eg veit ikki rættiliga nakað um nakað beint nú... Eg veit tó, at tað passar, at eg eri blivin nógv klókari innan nógv øki, eg ikki hevði kunnað lisið meg fram til á studentaskúlanum. Tað er nakað, man ikki kann lesa seg til - tað má upplivast. Upplivingarnar skulu nokk koma upp á pláss við tíðini.

Tað einasta eg veit við vissu beint nú er, at Niger-verkætlanin er feitasta OD-verkætlanin higartil og vónandi verður hetta eisini tann feitastu OD-kampagnan nakrantíð.