Nærkast tveimum kilometrum

Tað manglar lítið í til tunnilstoymið á Hvítanesi hevur sprongt tveir kilometrar av nýggja tunlinum, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið.


Á facebook-síðuni hjá p/f Eystur- og Sandoyartunlar verður upplýst, at tað í seinastu viku vóru sprongdir 62 metrar á Hvítanesi, so at tað í alt nú eru sprongdir 1.953 metrar har. Um tunnilsliðið heldur fram við somu ferð sum í farnu viku, so merkir tað, at tað fer um tveir kilometrar markið í næstu viku.


Tað er tó ikki bara á Hvítanesi, at sprongt verður í løtuni. Upplýst verður, at frá rundkoyringini og í móti Hvítanesi blivu 43 metrar sprongdir, og eru nú tilsamans 277 metrar sprongdir á tí strekkinum.


Vanligt verður eisini sprongt frá rundkoyringini og í móti Rókini, men verður har í løtuni sprongt fyri fyrsta pumpubrunninum Eysturoyarmegin, og er sostatt eingin framgongd í sjálvum tunnilsteininum.