Støðan á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima er nú vorðin soálvarssaom, at fronsku kjarnorkutrygdarmyndugleikarnir meta málið sum eitt álvarssamt óhapp. Tað merkir, at óhappið á Fukushima-verkinum er bólkað sum eitt óhapp í bólki seks. Óhappið á Tjernobyl-verkinum í 1986 var í bólki sjey. Myndugleikarnir í Japan hava harafturímóti sagt, at talan er um eitt óhapp á fjórða stigi.
Fronsku kjarnorkumyndugleikarnir siga eisini, at hol er komið á betonghylkið í einum av reaktorunum á Fukushima-verkinum.
-Støðan á Fukushima-verkinum er versnað munandi síðani í gjár. Vit eru heilt vist á sætta stigi. Hetta er sera álvarssamt, sigur Andre-Claude Lacoste, sum er leiðari fyri kjarnorkutrygdini í Fraklandi.