Nærkast seks kilometrum

Tað gongur spakuliga framá at gera nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal knýta Skálafjørðin saman við høvuðsstaðarøkið og hava arbeiðstoymini nú sprongt tilsamans 5.927 metrar.


Á facebooksíðuni hjá p/f Eystur- og Sandoyartunlar verður upplýst, at tilsamans vórðu sprongdir 117 metrar í farnu viku.


Av teimum 5.927 metrunum, ið higartil eru sprongdir, eru 2.864 av teimum sprongdir á Hvítanesi, og var tað eisini har, at mest varð sprongt í farnu viku, tá 57 metrar vórðu sprongdir.


Arbeiðstoymið, ið arbeiðir við at spreingja frá rundkoyringini móti Hvítanesi, sprongdi í síðstu viku 28 metrar og eru tilsamans sprongdir 815 metrar á tí teininum, meðan tað blivu sprongdir 32 metrar á teininum frá rundkoyringini móti Rókini. Har eru tilsamans sprongdir 623 metrar.