Skotska oljufelagið Cairn Energy, sum herfyri boðaði frá, at tað fór at bora fýra brunnar í Grønlandi í summar, hevur nú gjørt avtalu um leigu av fýra útgerðarskipum og togarum frá felagnum Siem Offshore. Hesi skipini skulu veita tær neyðugu tænasturnar til boriskipið Ocean Rig Corcovado og boripallin Leiv Eiriksson, tá hesi fara at bora í tíðarskeiðinum frá apríl til oktober skrivar Upstream.
Herfyri ljóðaði annars, at ivi varð sáddur um boringarnar orsakað av fíggjarligu støðuni hjá felagnum í India. Cairn hevur gjørt av at selja allar sínar ognir í India og brúka part av inntøkunum í grønlenska oljuævintýrinum ístaðin. Men felagið hevur møtt trupulleikum í sambandi við søluna, tí indiska stjórnin hevur sett krøv fram um at fáa lut í hesum inntøkum. Tað eru sjey mánaðir síðani, at Cairn gjørdi av at selja 51% av sínum ognum í India til Vedanta Resources fyri knappar 10 milliardir dollarar. Hóast ósemjuna við stjórnina so sigur Cairn í tíðindaskrivi, at tað roknar við, at góðkenningin frá stjórnini kemur í rættlag. Peningurin skal so brúkast til oljuleiting í Grønlandi og til at gjalda partaeigarum vinningsbýt. Cairn er tað oljufelagið, sum veruliga trýr uppá, at olja og gass finnast í grønlendsku undirgrundini. Í fjør boraði felagið 2-3 brunnar og staðfesti bæði olju og gass.









