Amerikanska rúmdarfarið Voyager I nærkast nú ytra marki á okkara sólskipan. Tað sigur Ed vStone, sum er ein av teimum vísindamonnunum, sum løgdu lunnar undir Voyager-verkætlanina fyri amerikonsku rúmdarumsitingina NASA.
Tað eru nú 35 ár, síðani Voyager I og Voyager II vórðu skotin út í rúmdina. Ed Stone sigur við amerikanskar fjølmiðlar, at tað verður ein søgulig løta, tá Voyager I fer út úr okkara sólskipan.
Hann dugir ikki at siga neyvt, nær tað verður, men sum skilst vænta vísindafólk, at tað verður innan tvey ár.