Áhugin fyri at spæla Gekk hevur veruliga tikið dik á seg síðstu tvær vikurnar, aftaná at sølan var stegðað upp fyri nøkrum vikum síðan.
Eftir at sølan vaks við 2.500 seðlum fyri tveimum vikum síðan, vaks sølan við 2.000 seðlum aftrat í síðstu viku, tá 37.500 seðlar blivu seldir. Tað upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum.
Soleiðis byrjar sølan at nærkast søluni frá tveimum árum síðan, tá vinningurin seinast var methøgur. Tá vórðu 41.000 seðlar seldir. Tað er tó enn langt á mál til sølumetið, ið er umleið 49.000 seðlar og bleiv tað sett, tá Gekkurin var nýggjur og flest allir føroyingar spældu Gekk.
Sum nakað nýtt í síðstu viku, valdi Kringvarpið at broyta eydnuspælið soleiðis, at viðkomandi, ið sleppur ígjøgnum at snara hjólinum, fær møguleikan at býta upphæddina í allar tríggjar leypar.
Høvuðsvinningurin í kvøld er 3,4 milliónir krónur og verður upphæddin hesaferð býtt upp í tríggjar ferðir 1,2 milliónir krónur. Jákup Mikkelsen upplýsir, at um velur at gera hetta og vinnur 1,2 milliónir krónur í kvøld, so verður Gekkurin í næstu viku 2,2 milliónir krónur pluss tað, ið verður lagt aftrat.
Haruframt bleiv kunngjørt fyrr í vikuni, at tað hevur eydnast at fingið bólkin Konfekt at spæla live tónleik til høvi í kvøld. Seinast Konfekt spældi til Gekkin var í 2016.