Nú eru sprongdir 8.251 metrar av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Hetta merkir, at tað nú resta minni enn tríggir kilometrar í.
Í seinastu viku vórðu 177 metrar sprongdir. Á Hvítanesi vóru 94 metrar sprongdir, og í alt eru nú sprongdir 3.950 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu 35 metrar sprongdir, so í alt eru 1.421 metrar sprongdir har.
Frá rundkoyringini móti Rókini vórðu 48 metrar sprongdir. Har eru í alt 1.255 metrar sprongdir.
Afturat hesum er strekkið av Strondum og til runkoyringina sprongt liðugt, sum er 1.625 metrar langt.
Boringin á Strondum byrjaði 21. februar í fjør og var liðug 11. desembur. Boringin á Hvítanesi byrjaði 27. apríl í fjør og boringin frá rundkoyringini undir Skálafjørðinum móti Saltnesgrynnuni og Hvítanesi byrjaði við ársenda í fjør.










