Góða veðrið í dag er tíverri erstattað av regni.
Um ikki G! festivalurin hevði nokk av trupulleikum við avlýstum konsertum at dragast við, so er regnið komið aftrat. Talan er tó ikki um gloprarregn, men um eitt millumting millum sirm og vanligt føroyskt regn.
Tíverri fer tað alsamt at regna meir og meir heilt inntil kl. 3 í nátt, tá tað fer at regna 3,4 mm.
Við regnklæðum og gummistilvum kann man tó rímiliga turrur fara at lurta eftir Teiti, Frændum, 200 og øllum hinum í kvøld.










